Hans Jacob Thomsen
Lesarabræv20. juli 2022
Hans Jacob Thomsen

Náttúran er fyri allar føroyingar

Nú kann ongin ivast meira, tí Fólkaflokkurin ger tað alt meira eyðsæð, hvat fyri samfelag hann veruliga stríðist fyri.

Lesarabrævið frá Jacob Vestergaard vísir greitt, hvørja hugsan hann og flokkurin hava um flestu føroyingar, og hvørji rættindi eitt føroyskt miðalhampa fólk skal hava.

Líkasum Fólkaflokkurin longu hevur privatiserað fiskin í sjónum og latið nøkrum fáum útvaldum hann at eiga, skal tað sama nú gerast við føroysku náttúruna.

Nøkur fá skulu avgerða, hvør skal sleppa út í náttúruna. Føroyska náttúran skal verða eitt Slaraffenland fyri tey fáu, meðan fæloysingarnir skulu gjalda teimum fyri at síggja okkara Guðsskaptu náttúru.

Lesarabrævið er eisini fult av høpisleysum ákærum um alt frá statskommunismu, hungursneyð og kollvelting til øvundsjúku, havisjúku og borgarakríggj.

Tað er bæði skemtiligt, og ikki minst syrgiligt, at samstundis sum høpisleysu ákærurnar um, hvat Javnaðarflokkurin ætlar, verða slongdar í eystur og vestur, lýsir lesarabrævið beinleiðis, hvat Fólkaflokkurin ætlar. Tað er ikki neyðugt hjá hvørki Javnaðarflokkinum ella nøkrum øðrum at uppfinna ákærur um duldar ætlanir ella hugsaðar avleiðingar av teirra politikki og vilja.

Tað mest margháttliga eru tó ákærurnar um øvundsjúku og havisjúku.

Jacob skrivar beinleiðis, at tað at geva føroyingum rætt til at ganga úti í náttúruni, er tað sama sum ognartøka. Makan til havisjúku skal leitast leingi eftir, tá tað ikki eingang skal unnast fólki at uppliva føroysku náttúruna.

Tað er tó helst trupult at viðurkenna, tá øll teirra heimsfatan er grundað á, at alt er til fals.

Men, tað lýsir eisini enn einaferð tað stættarsamfelag, hesin flokkurin veruliga ynskir.

Teirra vanvirðing fyri vanligum føroyingum er beinleiðis vandamikil.

Tað hava vit sæð fleiri ferðir, og tað má steðgast ongantíð ov skjótt.

Hans Jacob Thomsen