Jóhannis Joensen
Lesarabræv08. mai 2020
Jóhannis Joensen

Nógv foreldur í ótolandi bíðistøðu

Sambandsflokkurin fór til val uppá viðgerðartrygd. Síðani hava vit ikki hoyrt nakað serligt frá Sambandsflokkinum. Tí havi eg í dag sett landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, ein fyrispurning um bíðitíðirnar í psykiatriini.

Tað havi eg gjørt av tveimum orsøkum. Fyri tað fyrsta eiga vit sum heild at fáa at vita við jøvnum millumbilum, hvussu støðan er á almanna- og heilsuøkinum. Hetta eru tvey ógvuliga týðandi øki í vælferðarsamfelag okkara og tí hevur hetta avgjørt almennan áhuga. Fyri tað næsta havi eg frætt, at nógv foreldur í løtuni eru sett í eina ótolandi bíðistøðu orsakað av korona.

Sum ítøkiligt dømi kann eg nevna eini hjún, sum fyrst í árinum skuldu fáa barnið útgreinað fyri serligar avbjóðingar. Hjálpin kom í tøkum tíma, tí barnið skal byrja í skúla eftir summarferiuna. Fingu tey at vita nú við vissu, hvørjar avbjóðingar barnið hevur, fór tað at gerast møguligt at søkja um neyðuga stuðulin og hjálpartólini til barnið frá skúlabyrjan.

Men síðan samfelagið lat niður, er alt steðgað upp, og bíðilistarnir vaksa. Tí kundi eg hugsað mær at fingið landsstýrismannin at greitt frá, hvussu koronasmittan ítøkiliga hevur ávirkað bíðilistarnar. At bíðilistarnir eru longdir var væntandi, men tað hevur alt at siga fyri tey, sum standa í støðuni, at fáa at vita nøkulunda, hvussu leingi tey kunnu vænta at skula bíða.  

Sum løgtingslimur vil eg áhaldandi halda eyga við, um tað eru viðurskifti á hesum øki, sum kunnu betrast.

 

Jóhannis Joensen

løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin