24. mars 2021

Nýútbúgvin standa á berum

Jóhannis Joensen fer í dag at seta ein munnligan fyrispurning um rættin hjá nýútbúnum til útgjald úr Barsilsskipanini og ALS. Tað kann ikki vera rætt, at nýútbúgvin standa púrasta á berum, sigur javnaðartingmaðurin.

Í oktobur mánaði legði Javnaðarflokkurin fram uppskot til samtyktar um minstagjald úr almennum grunnum. Víst varð millum annað á, at tað eru fólk, sum detta niðurímillum í Barsilsskipanini og Arbeiðsloysisskipanini, til dømis nýútbúgvin, sum ikki hava upparbeitt sær eitt munagott grundarlag fyri útgjaldi.

Men uppskotið varð ikki samtykt, og tí fer Jóhannis Joensen í dag at seta landsstýrismanninum við arbeiðsmarknaðarmálum ein munnligan fyrispurning um málið. Hann vil hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at gera tað møguligt hjá lesandi at gjalda inn í arbeiðsloysis- og barsilsskipanina, so tey eru tryggjað útgjald beint eftir loknan lesnað; um nýútbúgvin uttanlands, sum flyta til Føroya, eisini skulu verða tryggjað sama rætt, og um landsstýrismaðurin hevur umhugsað at gera tað møguligt hjá lesandi at tekna sjálvbodna trygging á sama hátt sum sjálvstøðug vinnurekandi kunnu í dag.

- Nýútbúgvin standa púrasta á berum og fáa ongan fíggjarligan stuðul úr hvørki Arbeiðsloysis- ella Barsilsskipanini, hóast tey allarhelst koma at rinda inn í báðar skipanirnar restina av arbeiðsføra lívi teirra, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Til ber at fylgja við tingfundinum her: logting.fo