Tíðindi26. januar 2021

Øll børn og ung skulu loftast– eisini tey undir 15 ár

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar, har hann heitir á landsstýrið um at skipa økissálarfrøði kring landið. Endamálið er at røkka fleiri, sum hava tað tungt.

Tað er greitt, at avbjóðingarnar innan sálarheilsu eru stórar og vaksandi. Fleiri ung líða av angist og tunglyndi, og endar hetta javnan í skúlanoktan og skaðaatburði og í ringasta føri við innleggingum, sum krevja nógva orku av heilsuverkinum. Eisini hava vit ungdóm, sum uttan at verða útgreinað, sjálvmedisinera seg við rúsevnum. Tað mugu vit taka í størsta álvara, heldur Jóhannis Joensen, sum tí hevur latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um at skipa økissálarfrøði kring landið.

- Tað av sera stórum týdningi, at vit arbeiða fyribyrgjandi. Vit eiga at takla avbjóðingarnar, áðrenn tær hava stórar menniskjaligar avleiðingar bæði fyri einstaklingar og familjur teirra, umframt peningarligar avleiðingar fyri samfelagið, sigur Jóhannis Joensen.

Í desembur mánaði 2019 varð eitt uppskot til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um ókeypis sálarhjálp til børn og ung samtykt í løgtinginum, og ein royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligari hjálp til fólk, sum eru millum 15 og 35 ár, varð sett út í kortið. Hetta er eitt stig á røttu leiðini, heldur Jóhannis Joensen.

- Tað kom tó greitt fram undir viðgerðini av omanfyrinevnda uppskoti, at meira skuldi verið gjørt við at lofta teimum, sum eru undir 15 ár og omanfyri 35 ár. Tí er tørvur á, at samfelagið setir meira inn við at fyribygja keðiligum gongdum innan sálarheilsu, sigur hann.

Tí mælir Jóhannis Joensen til, at landið verður skipað í t.d. sjey økir, har fastir sálarfrøðingar verða partur av einum økistoymi, sum skal fyribyrgja keðiligum gongdum innan barnagarð, skúla og miðnám og annars lofta ungfólki áðrenn stórvegis avleiðingar og skeiva gongd. Hann sigur, at hetta arbeiðið t.d. kann gerast í samstarvi við skúlaheilsufrøðingar, kommunulæknar, Sernám, førleikastovur í skúlum og dagstovnum. Ein økissálarfrøðingur kundi t.d. eisini virkað sum ein bindiliður í samstarvinum frá dagstovni til miðnám og soleiðis tryggjað samanhang í trivnaðinum allan vegin.

- Hetta sær út til at kosta í fyrstu atløgu á fíggjarlógini, men er ein peningalig sparing fyri samfelagið í longdini. Innleggingar verða færri og fólkini verða verandi virkin í samfelagnum. Eisini kann tað hava jaligar avleiðingar á persónliga lívið og familjulívið hjá tí rakta og teimum nærmastu, sigur Jóhannis Joensen og vísir á, at eitt hugskot kundi verið at gjørt eina royndarskipan í einum øki, soleiðis at partarnir seinni kunnu eftirmeta, hvørt skipanin eigur at verða sett í verk í øllum landinum.