Tíðindi02. februar 2021

Óklókt og óføroyskt

Vit framleiða, innflyta og brenna púra góðan mat hvørja einastu viku. Tað er óklókt og óføroyskt, og tí skulu vit seta á stovn ein matvørubanka. Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur lagt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið.

Matoyðslið kring heimin er risastórt. Sambært ST fer ein triðingur av øllum framleiddum mati fyri skeytið, og tølini fyri Evropa og Norðurlond eru somuleiðis skelkandi. Í Føroyum hava vit ikki tøl fyri, hvussu nógvur matur fer burtur, men vit vita til dømis, at í framleiðsluliðnum missa vit milliónir á hvørjum ári, tí fiskur verður skeivt hagreiddur. Og leggur mann leiðina fram við ein av stóru innkeypshandlunum stutt áðrenn afturlatingartíð, sæst eisini, at nøgdirnar av matburturkasti eru stórar og óneyðugar.

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tíðin er komin at handla. Meira ítøkiliga hevur hon lagt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at seta á stovn ein matvørubanka.

- Londini rundan um okkum hava góðar royndir við at hava matvørubankar. Eg kann til dømis vísa á, at í Danmark hava tey í fleiri ár havt ein matvørubanka, sum tekur ímóti avlopsmati frá framleiðarum, bóndum og heilsølum, og letur hann víðari til tey, sum hava størstan tørv á honum. Talan er um mat, sum er góður, men sum ikki kann seljast av ymsum orsøkum, eitt nú tí skaði er á pakkingini, ella tí seinasti søludagur nærkast, greiðir Ingilín Didriksen Strøm frá.

 Ingilín Didriksen Strøm vísir á, at ein føroyskur matvørubanki við fyrimuni kann skipast sum eitt samstarv millum teir felagsskapir og tey sjálvbodnu, sum í dag fáast við at bera fíggjarliga sperdum mat. Við at játta pening til ein samskipara kann politiska skipanin seta í verk og vera toghaldari á verkætlanini og somuleiðis virka sum bindiliður millum sjálvbodna, almenna og privata geiran, skrivar hon í viðmerkingunum.

- Tað er óklókt, og óføroyskt at tveita góðan mat burtur. Vit brúka orku upp á at framleiða matvørurnar. Síðani brúka vit orku upp á at innflyta matvørurnar. Og at enda brúka vit enn meira orku uppá at brenna matvørurnar. Alt meðan umhvørvið er undir stórum trýsti og fleiri fólk í samfelag okkara hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, sigur Ingilín Didriksen Strøm.