Heðin Mortensen
Lesarabræv30. september 2020
Heðin Mortensen

Oljan av Viðarnesi inn á Sund

Um Effo og Magn flyta sínar stóru oljugoymslur inn á Sund, har ríkiligt av plássi er, ber til at hugsa nýggjar tankar á Viðarnesi – eitt nú kundu gomlu tangarnir verið karmur um Tjóðpall Føroya ella annað virksemi

Í undanfarna býráð hugsaðu vit øðrvísi, spennandi og burðardyggar tankar, so vit fingu endurnýtt bygningar og givið teimum ein nýggjan samleika. Besta dømið um tað er Sjóvinnuhúsið, ið kom burtur úr gomlu saltsiloni og tí stóra bygningi, ið har er.

Sjóvinnuhúsið her ein sólstrálusøga, har tað eydnaðist at sameina nýtt og gamalt, samstundis sum vinna og íverksetan saman við lærdómi og gransking kunnu ganga hond í hond og skapa eitt spennandi umhvørvi.

Men hví steðga har? Vit eiga at gagnnýta allar teir møguleikar, ið Vestara bryggja hevur at bjóða, og teir eru ikki so fáir.

Millum annað standa har fýra stórir oljutangar, ið ikki kunnu sigast at hava eina hóskandi staðseting í 2020 – og so slett ikki so nær við Landssjúkrahúsið. Skulu vit hugsa um trygd og umhvørvi, eru hesir tangar góðir møguleikar fyri at gera nakað annað og nakað nýtt.

Oljuna inn á Sund
Møguleikarnir eru sjálvandi nógvir, men eg kundi saktans sæð fyri mær, at oljutangarnar á Viðarnesi til dømis kundu verið grundarlag undir einum spennandi bygningi til Tjóðpall Føroya, ið tað higartil ikki hevur borið til at givið eina endaliga staðseting, meiriluti fæst fyri.

Effo og Magn kundu flutt við oljuni inn á Sund, har vit hava stórt ídnaðar- og vinnuøki, ið gevur ríkiligt pláss til oljugoymslur og annað viðkomandi virksemi. Samstundis høvdu vit sloppið undan, at øll oljukoyring skuldi verið ígjøgnum býin.

At gera tjópall á Skálatrøð ber ikki til, uttan vit fyrst finna gott og væl 200 parkeringspláss aðrastaðni í miðbýnum, meðan bygt verður. Hinvegin eru ríkir parkeringsmøguleikar á Vestaru bryggju, har yvir 200 bilar kunnu parkera um kvøldið, tá ið Tjóðpallurin hevur sýningar.

Vit hava gjørt tað fyrr, so hví ikki enn einaferð skapa nakað spildurnýtt burtur úr tí, vit hava frammanundan?

Heðin Mortensen
býráðslimur