Heðin Mortensen
Lesarabræv09. oktober 2020
Heðin Mortensen

Parkeringin á breddan

Seinnu árini er bilasølan her á landið vaksin í stórum, og tí hava vit metnógv skrásett akfør í Føroyum. Talið er á veg upp um 40.000 skrásett akfør, og tað er ein vøkstur uppá umleið 18 prosent eftir bara fimm árum.

Kommunuval 2020

Hesin stóri vøkstur merkist fyrst og fremst í Havnini, tí Streymoyggin stendur fyri eini helvt av øllum skrásettum akførum í landinum. Og enn meira fer at merkjast til vøksturin í Havn, tá ið Eysturoyartunnilin letur upp, tí Eysturoyggin stendur fyri einum fjórðingi aftrat av skrásettu akførunum í Føroyum.

Tí er sjálvandi lætt at síggja, at núverandi trupulleikar við parkeringini í Havn standa við og versna, so hvørt sum bilarnir gerast fleiri – bæði, tí bilasølan veksur stórliga, og tí Eysturoyartunnilin somuleiðis fer at økja stórliga um bilaferðsluna til Havnar.

Hagtøl vísa, at dagliga koyra um 8.000 akfør á leiðini norðan fyri Havnina, sum altso koyra til og frá Havnini. Vit vita haraftrat, at eini 400 fólk pendla til Havnar, so talan verður altso um eina ógvusliga øking, tá ið Eysturoyartunnilin letur upp.

Vánaligu parkeringsumstøðurnar eru ikki nakar nýggjur trupulleiki, men eg trúgvi og vóni, at støðan nú er vorðin so mikið spent, at øll fáa eyguni upp fyri, at okkurt má gerast. Hóast vit fegin sóu, at fleiri gingu, súkklaðu ella koyrdu í bussi, so er veruleikin bara, at allir hesir bilarnir eru her – og tað mugu vit fyrihalda okkum til.

Gera parkeringshús

Skal handilslívinum og smávinnuni í miðbýnum í Havn verða lív lagað, er tí alneyðugt, at bøtt verður um verandi parkeringsviðurskifti – og ongantíð ov skjótt, tí hetta er eitt av mest átrokandi málum, nýggja býráðið skal fara til arbeiðis við beinanvegin.

Helst er eitt parkeringshús einasti møguleiki, men har er staðsetingin stóra avbjóðingin, tí um vit síggja fyri okkum, at okkurt varð gjørt á Skálatrøð ella Bursatanga, ið helst eru best egnað til endamálið, so ber bara til at gera tað stigvíst. Vit kunnu ikki drena miðbýin í Havn fyri parkeringspláss, tí nú skulu nýggj pláss gerast.

Avbjóðingin verður tí at finna eina loysn, har parkeringshús verður bygt, samstundis sum tað ber til at parkera. Um vit gjørdu eitt parkeringsdekk á Skálatrøð, skuldi tað verið gjørt, so ein fjórðingur ella triðingur varð gjørdur í senn, uttan at órógva restina av Skálatrøð meira enn neyðugt. Og so skuldi hvørt byggistig verið klárt at tikið í brúk, so skjótt sum tað var liðugt.

Eg trúgvi ikki reiðiliga upp á parkeringstunnil her og nú, sum onkur hevur nevnt, tí tað skal borast øgiliga nógv fyri at gera nakran mun, so tí mæli eg heldur til, at vit í størsta álvara kanna møguleikarnar fyri parkeringshúsi ella -húsum. Tað skal gerast skjótt, tí málið hevur skund! Havi ítøkiliga ætlan og staðseting!

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin