11. februar 2020

Pensjónistar skulu hava rætt til dagpengar

Javnaðarflokkurin leggur í dag fram lógaruppskot, sum skal tryggja fólki í pensjónsaldri rætt til dagpengar, um tey halda fram á arbeiðsmarknaðinum.

Hóast pensjónsaldurin hjá okkum í Føroyum er 67 ár, so eru tað fleiri, sum orka at arbeiða, hóast tey eru farin um pensjónsaldur. Tá tú ert farin um pensjónsaldur, missir tú rættin til dagpening vegna sjúku, hóast tú framvegis ert á arbeiðsmarknaðinum. Verandi dagpeningalóg ásetir, at rætturin til dagpening fellur burtur, tá tú fært fólkapensjón, og rætturin til dagpening fellur altíð burtur í seinasta lagi, tá tú ert vorðin 70 ár.

Tað heldur Bjarni Hammer ikki vera rætt, og tí leggur hann í dag lógaruppskot fram vegna Javnaðarflokkin, um at tryggja fólkapensjónistum somu rættindi til dagpengar sum onnur á arbeiðsmarknaðinum.

Í upprunalógini var rætturin til dagpening varðveittur til persónur hevði fylt 70 ár. Men í 2009 kom ein broyting inn í lógina, sum ásetti, at rætturin til dagpening vegna sjúku datt burtur tá persónur fær fólkapensjón.

- Henda áseting kom sum eitt spariuppskot hjá táverandi landsstýrismanni í almannamálum, og hevur tað víst seg at verða ein dyggur fíggjarligur smeitur fyri fólkapensjónistar, sum hava tillagað sær lívið eftir ávísari inntøku og brádliga gerast sjúk. Nú er tíð uppá, at vit fáa rættað henda skeivleikan, sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.  

Síðan seinastu broytingar í lóg um dagpening í sambandi við sjúku, hava vit eisini fingið eina pensjónsnýskipan, sum eggjar pensjónistum til at vera longri á arbeiðsmarknaðinum, um orka er til tess. Við pensjónsnýskipanini bleiv møguligt hjá pensjónistum at útseta pensjónina við upp til 10 árum fyri síðani at fáa eitt hægri útgjald. Tó er ásett í broyttu pensjónslógini at tann, sum velur at útseta fólkapensjónina, samstundis skal søkja um fólkapensjón fyri at koma inn í skipanina. Tá er ivasamt, um viðkomandi er fólkapensjónistur og harvið missir rættin til dagpening.

- Hetta er enn ein orsøk til at fremja ta lógarbroyting, sum hetta uppskotið leggur upp til, sigur Bjarni Hammer.

Lógaruppskotið verður lagt fram í Løgtinginum í dag og viðgjørt í nærmastu framtíð.