Eftir áheitan frá Norðstreymoyar Javnaðarfelag stilli eg upp fyri Javnarflokkin til løgtingsvalið. Eisini fari eg at umboða SU, sum er ungmannafelag floksins í valstríðnum.
Eg eri bygdamaður, uppvaksin í Kvívík, har eg havi slitið mínar barnaskógvar. Nú búgvi eg í Havn og nemi mær útbúgving á Setrinum sum búskaparfrøðingur. Eg eri limur í MFS og arbeiði fyri áhugamálunum hjá øllum lesandi. Áðrenn eg fór at lesa, arbeiddi eg sum alari hjá Hiddenfjord, og tað geri eg framvegis í vikuskiftum.
Eg fari at arbeiða fyri at betra lestrarviðurskiftini og bústaðarkarmarnar í Føroyum, tí eg trúgvi uppá, at basa útflytingini av ungu fólkið er ein av bestu leiðunum at tryggja haldførið í framtíðini. Men hetta ber ikki til uttan verkafólkið, sum hvønn dag heldur samfelagnum koyrandi og leggur grundarlagið undir teimum møguleikum vit hava til at útbúgva okkum og menna okkara samfelaga.
Ynskja tit ein, sum fer at kempa fyri tykkum ungu, lesandi og verkafólk, so set tykkara kross við meg.
Vælkomin at ringja til mín á telefon: +298 580342
Blíðar heilsan
Petur Simonsen