Jóhannis Joensen
Grein18. mars 2022
Jóhannis Joensen

Politiskar semjur skulu halda longri enn fýra ár í senn

TÍÐARGREIN: Nýggjar siðvenjur mugu skapast, um vit skulu tryggja vælferðarsamfelagið í framtíðini. Sjálvur eri eg lutfalsliga nýggjur í politikki og havi enn bara roynt at sita í andstøðu. Men tað er mín greiða fatan, at politiska skipanin í Føroyum má broyta hugburð og standa saman um felags avbjóðingar.

Í november var Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, frammi um at fáa fleiri breiðar politiskar semjur tvørtur um andstøðu og samgongu. Tað tykist sum, at hesi orðini hava verið ein skøvað fløga í mong ár, og tað eru nógvir politikarar, sum hava tikið føgru orðini upp úr skuffuni við jøvnum millumbilum. 

Men tað er ein sannleiki í orðunum. Orsøkin er, at vit eru als ikki ósamd um alt. Vit eru øll samd um at hava ein góðan fólkaskúla. Eitt sterkt heilsuverk. Eitt almannaverk, sum er eitt gott trygdarnet hjá borgarum við avbjóðingum. At loysa starvsfólkatrot umframt heilt nógv annað. 

Ov grunt at hugsa árligar játtanir og inntøkur

Tað er tí ov stuttskygt bara at hugsa fýra ár í senn, tá ætlanir verða lagdar og semjur verða gjørdar. Ofta eru politisku semjurnar smalar og verða tí alt ov ofta broyttar, tá ein annar politiskur meiriluti tekur yvir. 

Sjálvandi er tað upplagt, at nýggir politiskir meirilutar mynda ein annan politikk, men í ávísum førum er nærum øll politiska skipanin samd, og tá eiga flokkar í samgongu og andstøðu sjálvandi at samstarva.

Tað er skilagott at seta út í kortið, hvussu vit komandi árini raðfesta at byggja bústovnar, byggja samferðslukervið út, raðfesta eftirsleipið av vegakervinum, grøna orkuskiftið og náttúruvernd. Raksturin av skúlaverkinum, almannaverkinum og heilsuverkinum eru týdningarmikil mál at semjast um. Spurningurin er, hvussu langt flokkarnir eru frá hvørjum øðrum, tá alt kemur til stykkis, og andstøðu- og samgongubrillurnar verða tiknar av? 

Á inntøkusíðuni eiga vit at tryggja eitt tilfeingisgjald fyri fiski- og alivinnu, sum politiska skipanin er samd um langt fram í tíðina. Ein leist, sum tekur atlit til gongdina í búskapinum í vinnuni. 

Tað er ov grunt bara at hugsa árligar játtanir og árligar inntøkur.

Vit í Føroyum skulu hava okkara egnu siðvenjur, men vit kunnu leita eftir íblástri aðrastaðni. 

Ein siðvenju, vit kundu tikið til okkum, eru mongu semjurnar, ið verða gjørdar tvørtur um flokkar í donskum politikki. Saman at standa var ei okkum givið, yrkti skaldið Hans Andrias Djurhuus. Men núverandi krígsstøðan í Evropa vísir okkum, at tað ber til. Vit føroyingar kunnu standa saman, tá á stendur. Savnandi stuðulin hjá føroyingum til ukrainar eigur ikki at steðga her. 

Vit kunnu læra og síggja nýggjar møguleikar í savningarmegini og skapa nýggjar politiskar siðvenjur. Tað er, tá vit standa saman, at vit finna bestu loysnirnar, sum skapa tryggleika og støðufesti hjá føroyingum. 

Flestu tingmálini verða einmælt samtykt

Í almenna rúminum kann tykjast sum, at politikarar bara eru ósamdir. At sjónarmið verða møtt við mótstøðu, óansæð hvat evnið er, og hvussu skilagott sjónarmiðið er. Men tað passar ikki. 

Stórur partur av øllum tingmálum verða einmælt samtykt. Og eg vildi sagt, at stóran part av tíðini eru tinglimir virðiligir og siðiligir við hvønn annan. Men tað eru ósemjurnar, sum fylla alla miðlamyndina, øll uppsløg á Facebook og øll kjak í almenna rúminum. 

Tá er tað ikki løgið, at samlaða fatanin verður troyttandi og spurt verður: Kunnu tit ikki bara lata vera við at keglast? 

Álitið hvørvur. Tað skilji eg ómetaliga væl, og tað eru vit politikarar, sum kunnu gera nakað við tað. Í so máta eru minnilutastjórnir gevandi fyri at skapa semjur tvørtur um andstøðu og samgongu. Tá verða semjurnar funnar við at leita út um egnan flokk, og allir flokkar eru sum so í spæl. 

Eitt, sum ofta verður nevnt, er at Javnaðarflokkurin er forðingin fyri breiðum semjum, tí flokkurin ikki vil í samgongu við Fólkaflokkin. Tað ávirkar samgongumøguleikarnar, ja, men tað ávirkar ikki møguleikan fyri breiðum semjum um kjarnumál. Tað er eingin forðing fyri at vera samdur tvørtur um samgongu og andstøðu, hóast Javnaðarflokkurin ikki vil í samgongu við Fólkaflokkin. 

"Bert lógarbroytingar, um semja er millum samgonguflokkarnar"

Í samgonguskjalinum millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin er serliga ein setningur, sum hevur skapt kjak. Tað er setningurin um, at lógarbroytingar bert verða gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar. Hetta er ikki nýtt - tað er sum oftast soleiðis, tíverri, óansæð hvør samgonga situr. 

Men tað er ikki vanligt, at ein slíkur setningur er niðurfeldur í eitt bindandi samgonguskjal. Tað eru fleiri berandi røddir í samgonguni, sum viðganga, at tað var ein feilur at skriva handan setningin inn. 

Ein slíkur setningur bendir ikki beinleiðis á, at vit eru á røttu kós, tá tað snýr seg um breiðar langtíðarsemjur. Tvørturímóti. 

Eg vænti tó ikki, at hetta fer at henda aftur, tí tað er ikki bara ein forðing fyri breiðum semjum, men eisini at gera seg inn á fríu sannføringina hjá okkum tingfólkum, sum vit skulu vera trúgv ímóti og atkvøða eftir. 

Bindandi langtíðarsemjur 

Politiska skipanin hevur sínar egnu siðvenjur. Í Føroyum er siðvenjan, at samgongan nærmast altíð er einaráðandi. Viðhvørt verður andstøðan tikin við, men tað er sjáldsamt. Hetta er siðvenja, men hon kann broytast við djørvum politiskum avgerðum.

Sjálvur eri eg sannførdur um, at tað hevur eisini týdning at leggja áherðslu á mál, sum vit eru samd um. Eg havi nevnt fleiri stórmál í hesi greinini, har tað ikki er neyðugt at vera ósamdur frá byrjan av. Vit kunnu finna semjur um fólkaskúlan. Vit kunnu finna semjur um heilsuverkið. Vit kunnu finna semjur um okkara náttúru. Eitt aktuelt dømi er føroyska filmsvinnan, har Trom júst hevur víst okkum, at føroyingar hava nógv at bjóða. Vit eru flest øll samd um, at fleiri pengar skulu til. Tað er stutt síðani, at uppskot kom frá Tjóðveldi um at seta filmsgrunn á stovn, men av tí, at tað var eitt uppskot frá andstøðuni, so vildi samgongan ikki gera annað enn at geva eitt lyfti um, at filmsvinnan bleiv raðfest á fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað finnast fleiri líknandi dømi, og tí má hugsanarhátturin broytast fyrst.  

Skulu vit varðveita ein haldføran grundvøll undir samfelagnum Føroyum, mugu tryggir karmar skipast bæði í privata og almenna geiranum. Bindandi politiskar langtíðarsemjur tvørtur um samgonguskeið eru grundarlagið.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður