Bjarni Hammer
Lesarabræv21. apríl 2021
Bjarni Hammer

Porkeri valt frá – hví?

Tað er óskiljandi, at landstýrið hevur valt at síggja burtur frá stóru skaðunum á brimverjuna í Porkeri. Hetta er samstundis, sum landsstýrið hevur játtað stuðul til at endurbyggja brimverjurnar í Hvalba og Húsavík, sum eisini fóru í storminum tíðliga í fjør.

Tað er óskiljandi, at landstýrið hevur valt at síggja burtur frá stóru skaðunum á brimverjuna í Porkeri. Hetta er samstundis, sum landsstýrið hevur játtað stuðul til at endurbyggja brimverjurnar í Hvalba og Húsavík, sum eisini fóru í storminum tíðliga í fjør.

Sami stormur, stórur skaði, og kortini er Porkeris kommuna vald frá og fær onga hjálp.

Tað er bæði gleðiligt og kærkomið, at kommunurnar í Hvalba og Húsavík fáa nakað av hjálp, men tað ber ikki til at síggja burtur frá Porkeris kommunu.

Skaðin á brimverjuna í Porkeri rakar sera meint fíggjarliga – ja, tað er satt at siga steinur omaná byrðu, tí Porkeris kommuna hevur seinastu árini verið serliga kroyst av fíggjarligu krøvunum av eldraøkinum, sum bleiv kroyst yvir kommunurnar av júst somu flokkum, sum mynda landsstýrið í dag.

Samstundis sum einans 2 milliónir krónur eru settar av til at endurbyggja brimverjur fyri, hevur landstýrið játtað Runavíkar kommunu áleið 50 milliónir krónur, og Tórshavnar kommunu áleið 100 milliónir krónur fyri kommunalar vegir. Gerið so væl!

Tað hongur als ikki saman, at landsstýrið velur at fíggja Runavíkar og Tórshavnar kommunu við áleið 150 milliónum krónum til kommunalar vegir, samstundis sum nakrar smáar, fíggjarliga sperdar kommunur einans fáa 2 milliónir krónur at berjast um.

Játtanin má hækkast, og kommunur, sum eru valdar frá, mugu takast við. Alt annað er órættvíst!

 

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin