Bjarni Hammer
Lesarabræv06. oktober 2020
Bjarni Hammer

Rættvís rætting í revsilógini

Í dag tók eitt einmælt løgting undir við at samtykkja mítt lógaruppskot um at broyta revsilógina. Eg legði uppskotið fram, og eg eri ómetaliga fegin um, at samgonga og andstøða stóðu saman um at fáa rættingina framda.

Uppskotið legði upp til at broyta grein 119 í revsilógini, so hon varð meira nágreinilig. Grein 119 snýr seg um harðskap móti eitt nú politistum og øðrum í útsettum størvum, sum gera arbeiði sítt. Sambært dómsvaldinum broyttist henda greinin, tá hon varð umsett úr donskum til føroyskt.

Fólk, sum annaðhvørt fremja ella hótta við at fremja harðskap ímóti fólki, sum eru til arbeiðis í almennari tænastu, kunnu nú aftur verða revsað eftir røttu greinini.

Nú eru fólk, sum eru serliga útsett til arbeiðis, aftur væl vard av lógini. Og tað eiga tey sjálvandi at vera. Tí eri eg sera fegin um, at allir flokkar stóðu saman um at fáa broytingina framda.

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin