Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv27. januar 2021
Ingilín Didriksen Strøm

Rúsevni - flyt fokus til rótina

Eg haldi at vit tosa um rúsevni upp á ein máta, sum verður rættiliga endurtakandi og eftir øllum at døma ikki førir okkum nakran serligan veg, hyggja vit eftir útbreiðslu.

Tað eru upplop ið føra til, at vit í størri mun snakka um rúsevni. Eitt slíkt ógvusligt upplop er beint nú. Eitt stórt mál sum vit hoyra nógv um í miðlunum. Vit vita eisini frá 9. floks kanningunum hjá deildini fyri arbeiðs og almannaheilsu, at tað er vanligari millum ung fólk í dag, enn fyri 10 árum síðan at nýta rúsevni. Tað sær ikki út til at vit hava nýggj tøl fyri hvussu útbreitt tað er millum tilkomin fólk nýta rúsevni regluliga.
Hyggja vit eftir politikkinum á økinum, sum varð orðaður í 2015, er rættiliga lítið sagt um rúsevni, annað enn at mann skal hava eitt forboð fyri hesum, eina nultoleransu.
Økið er illa formliga greinað - í rúsevnis og rúsdrekkapolitikkinum eru bara 3 síður av 83 um rúsevni, meðann restin í størsta mun snýr seg um rúsdrekka. So vit vita lítið um, akkurát hvat problemið er, hvat tað er vit snakka um.
Men allar kanningar aðrastaðni vísa, at tað er ein samanrenning av fleiri tingum ið ger, at mann útviklar eitt misbrúk. Serliga sosialum sambondum og samfelagsligum strukturum. Einsemi. Mangul á útgreining og rættari sosialari ella sálarfrøðiligari hjálp. Manglandi innsatsir sum kunnu stuðla betri, enn rúsevnini kunnu doyva.
Og eg haldi tað er her okkara fokus skal vera sterkast.
At syrgja fyri at vit hava nóg góðar sosialar og almennar skipanir, sum lofta. Og nógv meir rehabilitering, hjálp at fóta sær aftur í lívinum og koma víðari, heldur enn bara at fáa ein straff afturat.
Ein segði tað so væl herfyri: “fái fólkini vekk frá stoffunum heldur enn stoffini vekk frá fólkunum”.
At melda út við, at mann skal sláa hart niður á rúsevni haldi eg gevur meining í mun til, at mann øðiliga sterkt meldar út, at mann er ímóti rúsevnasmisnýtslu. Tað skilji eg væl at mann vil signalera. Men eg haldi tað er ein avoldaður máti at tosa um hetta problemið.
Vit hava nógv harðari straff í føroyum enn til dømis í danmark, narkodeildin er økt, tolleftirlitið eisini, men vit síggja tíverri stórri útbreiðslu enn nakrantíð. Fleiri av teimum ið verða tikin og dømd koma aftur og aftur fyri rættin og í mjørkadal.
Nógv bendir á, at vit gera ikki nokk við at fáa fólk út í samfelagið aftan á ein dóm. Nógv bendir eisini á, at vit vita for lítið um økið yvirhøvur. At innsatsir sum fyribyrgja og lofta skulu styrkjast. Tað mugu vit syrgja fyri, heldur enn at úttala okkum um, at vit skulu sláa hart niður.