04. mai 2023

Sálarfrøðing á øllum skúlum

Alsamt fleirt børn og ung stríðast við sálarheilsuni, og tað mugu vit taka í størsta álvara, sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

«Sambært grein í Skúlablaðnum hevur skúlasálarfrøðingurin á Skúlatrøð úr at gera. Nógv børn og ung stríðast við ymiskt sálarfrøðiligt og fremsta málið við royndarverkætlanini er at veita skjóta hjálp á staðnum til næmingar, sum stríðast við eitt hvørt». Tað sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

Hon hevur nú spurt Djóna N. Joensen, landsstýrisfólk í barna- og útbúgvingarmálum, um ætlanin er at halda fram við royndarverkætlanini, nú bert eitt ár er eftir av henni.

«Bíðitíðin til psykiatriska depilin er drúgv og kanningar vísa, at skjót atgongd til ein sálarfrøðing, kann vera við til at lofta børnum og ungum soleiðis, at tað ikki verður neyðugt við drúgvari og krevjandi viðgerð á psykiatriska deplinum», sigur Súsanna Bertholdsen. 

Umframt at hava samrøður við næmingar, so arbeiðir skúlasálarfrøðingurin fyribyrgjandi við at varpa ljós á sálarheilsu, og hvat kann bøta um sálarheilsuna, sigur løgtingskvinnan.

«Í Suðuroynni er eingin sálarfrøðingur yvirhøvur, og tí er tað eyka møtimikið og krevjandi hjá suðuroyingum at fáa hjálp frá einum sálarfrøðingini; eisini børnum og ungum, tí heilir dagar skulu brúkast til hvørja viðtalu», sigur hon, og leggur afturat: 

«Við vitanini, vit nú hava um týdningin av skjótari og lættari atgongd til sálarfrøðiliga hjálp, mugu vit tí seta okkum spurningin, um tað ikki eigur at vera uppgávan hjá landsmyndugleikunum at seta fleiri skúlasálarfrøðingar - til dømis við støði í royndunum, ið eru gjørdar á Skúlatrøð.»