Tíðindi24. apríl 2020

Samgongan gloymir tey minstu

Smáar fyritøkur og feløg, sum hava lágar fastar útreiðslur, fáa onga hjálp frá samgonguni. Hetta hóast løgtingið samtykti at strika minstamarkið fyri, hvør kann fáa hjálp. Tað vil Aksel V. Johannesen hava landsstýrismannin at útgreina.

Hjálparpakki 2 varð samtyktur í løgtinginum 7. apríl. Landsstýrismaðurin í vinnumálum vildi tá áseta eitt minstamark fyri, hvussu lágar tær føstu útreiðslurnar hjá eini fyritøku kundu vera fyri at fáa endurgjald fyri mistar inntøkur orsakað av korona. Talan var um eitt minstamark á kr. 6000.

Fleiri tinglimir, herundir Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin, vildu hava hetta markið strikað, so smáar fyritøkur og feløg kring landið eisini verða loftað av hjálparpakkanum. Tinglimirnir løgdu tí broytingaruppskot fram um at strika markið, og varð hetta samtykt. Aksel V. Johannesen vísir á, at tað tí virkar løgið, at vegleiðingin hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum sigur, at fyritøkur og feløg í minsta lagi skulu hava kr. 6000 í útreiðslum fyri at fáa endurgjald, tá løgtingið hevur samtykt at strika markið. Hetta vil hann hava landsstýrismannin at greiða nærri frá í §52 fyrispurningi.

- Fleiri áhugafeløg hava lágar inntøkur og lágar útreiðslur, men verða hart rakt nú, tá ið inntøkurnar eru mistar, men útreiðslurnar framvegis skulu rindast. Ikki minst fyritøkurnar og feløgini úti um landið, har føstu útreiðslurnar so sum til hølisleigu eru munandi lægri enn í høvuðsstaðarøkinum. Harafturat er tað ógreitt í lógini, hvussu ein fyritøka verður allýst. Er talan bara um vinnuligar fyritøkur ella eru áhugafeløg, sum hava eitt v-tal, eisini fevnd av hjálparpakkanum? spyr Aksel V. Johannesen í grein 52 fyrispurningi til landsstýrismannin.

Víðari sigur hann, at vit mugu fáa greiðu á, um talan er um ein feil ella um landsstýrismaðurin hevur valt at hyggja burtur frá tí, sum løgtingið hevur samtykt.