Aksel V. Johannesen
Lesarabræv27. november 2019
Aksel V. Johannesen

Samgongan tømir landskassan – tú fært rokningina seinni

Skal vinnan ikki rinda, ja so mást tú. Fyrst við príshækkingum og seinni, tá neyðugt verður at rudda upp. Tað vita vit. Tí felagskassin verður saknaður í verri tíðum, tá einki er eftir.

Seinast borgarlig samgonga sat við valdið, 2011-2015, hevði landskassin eitt undirskot á yvir milliardina. Undanfarna samgonga ruddaði upp eftir Jørgen & co. - rindaði skuldina aftur og setti til síðis til verri tíðir. Men tað gevur sjáldan atkvøður.

Nýggja samgongan dugdi at fáa atkvøður. Tað gjørdu tey við hoppiborg og ballónum, við at lova øllum gull og grønar skógir, samstundis sum tey søgdu, at landið skuldi brúka færri pengar, og yvirskotið skuldi vaksa. Vallyfti, sum góvu atkvøður og vald.

Nú er nýggja samgongan farin til arbeiðis. Longu nú hevur samgongan lagt uppskot fyri løgtingið, sum kosta landi og kommunum smáar 200 milliónir krónur árliga, og einki uppskot er fíggjað. Millum annað skal uppisjóvarvinnan, sum hevur risastór yvirskot, rinda munandi minni, og løgtingsformaðurin, sum hevur eina inntøku á umleið 100.000 krónur mánaðarliga, skal hava skattafrádrátt og hægri pensjón, nú hann gjørdist fólkapensjónistur. At bøta um viðurskiftini hjá fólkapensjónistum, sum einki annað hava enn fólkapensjón og Samhaldsfasta er í lagi. Men hví skulu fólkapensjónistar við feitari inntøku hava størsta ágóðan?

Jú uppskotini eru ófíggjað, tað viðgongur nýggi fíggjarmálaráðharrin. Og hann viðgongur eisini, at yvirskotini, sum undanfarna samgonga hevði, minka nú burtur í einki.

Búskaparráðið ávarar og Landsbankin ávarar. “Tað er ikki skilagott at geva ófíggjaðar skattalættar, tá búskapurin er í hákonjunkturi, sum hann er nú. Í hákonjunkturi mala øll samfelagshjólini skjótt, og fleiri tøkar hendur eru ikki at lofta einum øktum eftirspurningi, sum er avleiðingin av skattalætta. Úrslitið kann tí verða, at skattalættin fer til príshækkingar”, sigur Landsbankin. Víðari sigur Landsbankin, at uppskotini fara at kosta landi og kommunum 5,8 milliardir krónur komandi árini. Príshækkingar, sum vit øll skulu gjalda, og rokningar, sum vit fyrr enn seinni mugu taka á okkum.

Men borgarliga samgongan hevur ikki tíð til at hyggja eftir konjunkturum, haldføri og ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki. Tey arbeiða við at kunna hyggja veljaran í eyguni. Tað skuldu tey kanska havt hugsað um, áðrenn lyftini vóru givin. Tí hvar skulu pengarnir koma frá, tá einki er eftir? Fiskiríkidøminum, sum tá er farið á privatar og útlendskar hendur?

Nei tað verður tú, sum í síðsta enda stendur við rokningini. Og tað verða andstøðuflokkarnir, sum enn einaferð noyðast at rudda upp, tá útreiðsluveitslan hjá borgarligu samgonguni er av. Veitslan verður allarhelst góð, men timburmenninir verða øðiligir.

At oysa pengar út í einum glóðheitum búskapi er sum at oysa bensin á eitt bál,  og vit kunnu tíverri ikki staðfesta annað enn, at vit hava fingið ein fíggjarmálaráðharra, sum er ein búskaparligur pyromanur.   

Eg hevði vónað, at Sambandsflokkurin steðgaði ábyrgdarloysinum, men tíverri sær tað út til, eins og vit sóu undir seinastu borgarligu samgongu, at Fólkaflokkurin sleppur at stýra einsamallur.

Vit mugu ikki lata samgonguna tøma landskassan so vitleyst. Latið okkum heldur leggja pening til síðis til verri tíðir og brúka felagskassan til at hjálpa teimum, sum veruliga hava tørv á tí. 

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins