Marnar Fríðheim Kristiansen
Lesarabræv16. november 2022
Marnar Fríðheim Kristiansen

Samstarvið ímillum kommunulæknar og landið má koma á rætta leið

Uttan eina væl virkandi kommunulæknaskipan, hoknar alt sjúkrahúsverkið. Tað eru kommunulæknarnir, sum stýra inngongdini til sjúkrahúsverkið, og uttan teir klárar restin av skipanini als ikki at fylgja við.

Løgtingsval 2022

Kommunulæknaskipanin er hótt!

Tað síggja vit, tá komandi kommunulæknar ivast í, um teir vilja arbeiða sum kommunulæknar, samstundis sum nógvir føroyingar ikki hava sín egna kommunulækna. Harafturat føla kommunulæknarnir seg noyddar at broyta vaktarskipanina, tí teir ikki megna arbeiðstrýstið í gomlu skipanini.

Uttan eina væl virkandi kommunulæknaskipan, hoknar alt sjúkrahúsverkið. Tað eru kommunulæknarnir, sum stýra inngongdini til sjúkrahúsverkið, og uttan teir klárar restin av skipanini als ikki at fylgja við. Fyri vanliga føroyingin er tað eisini ein stór trygd at hava ein kommunulækna, sum hann kennir.

Tað týdningarmesta, vit kunnu gera, fyri at fáa kommunulæknaskipanina at virka, er at fáa nokk av kommunulæknum!

Tað tekur tíð. Men vit eiga at útbúgva fleiri serlæknar í almennari læknafrøði. Kortini mugu vit vera varug við, at úrslitini av tí síggja vit ikki rættiliga fyrr enn um 10 ár. Tí mugu vit eisini gera okkurt, sum ger mun nú. Har eiga vit at hyggja neyvt at samstarvinum ímillum landið og kommunulæknarnar.

Eftir mínum tykki manglar ein virðing fyri kommunulæknafakinum í politisku skipanini. Allarhelst er manglandi innlit í kommunulæknaarbeiði ein av orsøkunum til hetta. Um eg verði valdur, vil eg viðvirka til at fáa eitt virðiligt samstarv upp at koyra ímillum allar partar. Har haldi eg, at ein læknarødd manglar í politisku skipanini, sum kann viðvirka til at fáa hetta at virka betri.

Í dag eru ov nógvir føroyingar, sum ikki hava sín egna kommunulækna. Hetta er ikki nakað, sum er lætt at loysa her og nú. Men tað byrjar við, at vit fáa samstarvið ímillum kommunulæknarnar og landið at ganga í takt. So fáa vit loyst nakrar av avbjóðingunum beinanvegin. Síðani skulu vit eisini tryggja, at tað framyvir fara at vera nokk av kommunulæknum.

Tí allir føroyingar skulu hava sín egna kommunulækna!

 

Marnar Fríðheim Kristiansen,

valevni fyri Javnaðarflokkin