Jóhannis Joensen
Lesarabræv09. februar 2021
Jóhannis Joensen

Setrið flytir Føroyar inn í framtíðina

Útbúgving og gransking verður partur av øllum framkomnum samfeløgum í framtíðini. Vitan, innovatión í tøttum samstarvi við vinnur og stovnar fer at skapa betri dygd, betri marknaðartreytir og betri úrslit fyri samfelagsbúskapin í hesum londum.

Eisini verður trivnaður og fólkaheilsa saman við góðum utbúgvingar- og arbeiðsviðurskiftum lyklahugtøk í framkomnum framtíðarsamfeløgum. Tí er avgerandi, at Føroyar eru við í hesari menning.

Vit skulu ikki undirmeta týdningin av at kunna útbúgva seg í egnum landi. Útbúgvingar okkara verða kjølfestar í egnari mentan. Bæði vinnuskúlarnir og Setrið geva Føroyum altjóða dám. Øll skulu ikki akademiska vegin, men tørvur er á einum sterkum setursdepli.

Føroyska Setrið eigur at liva upp til altjóða krøv og halda seg til Bologna sáttmálan. Hetta krevur arbeiðsorku, men er neyðugt, um vit ynskja at síggja alt ES sum ein lestrarmarknað. Vit eru lítil og kná, men neyðugt er, at vit hava tætt samstarv við onnur lond og altjóða universitet.  

Setrið eigur at vera eitt jaligt og mennandi arbeiðspláss, har samstarv er lykilin heldur enn stríð millum deildir og útbúgvingar. Setrið skal megna at útveksla starvsfólk, vitan og gransking í altjóða høpi.

Setrið er eisini grundleggjandi partur av fólkaræðinum og eigur at vera aktivur luttakari í samfelagkjakinum. Nærlagni og professionalitetur eiga at vera lyklaorð í øllum tilgongdum. Og tó mega vit ikki gloyma tað heimliga íkastið.

Av tí at vit eiga eitt av heimsins minstu universitetum, skulu vit halda fokus. Vit eiga at styrkja móðurmálið og ikki gloyma kjølfestið í dagligdegi føroyinga. Vinnan og fólkið má ikki liggja fjart frá Setrinum men vera ein partur av Setrinum. Bæði innan granskingarsamstørv, útboð av útbúgvingum og í dagligdegnum annars.

Grundútbúgvingar sum Læraraútbúgvingin, Sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin og Námsfrøðisútbúgvingin eiga at hava kjølfesti í fólkaskúlanum, sjúkrahúsunum og stovnunum. Tí eigur starvsvenjingarparturin at vera miðsavnandi lutur í hesum útbúgvingum. Eisini er neyðugt, at hesar útbúgvingar fevna breitt og fylgja dagligu avbjóðingunum innan økini. Samfelagið flytir seg alla tíð, og tí er neyðugt at innanhýsis eftirmetingar javnan eru á breddanum. Konformitetur er vandamikil.

Útboðið av útbúgvingum eigur at gagna fólki og landi. Vit eiga at kenna eftirspurningin í landinum og menna og nøkta hann. Setrið eigur at agera proaktivt, samskifta við myndugleikar um góðar gongdir og ávara, tá tað er neyðugt.

Tað verður eisini neyðugt at ganga nýggjar leiðir, og Setrið eigur at eggja og vísa til tað, bæði við gransking, tilfari og tilgongdum.

Sjálvur havi eg tikið læraraskúlaútbúgvingina á Setrinum og seinni tikið bachelor og diplom í leiðslu. Eg eri sera glaður fyri, at hetta er møguligt á einum føroyskum fakulteti.

Fyri at fáa eitt dygdargott universitet í Føroyum er neyðugt, at vit í Løgtinginum raðfesta Setrið og játta peningin, sum krevst, fyri at lúka treytirnar, sum eitt altjóða góðkent universitet. Eisini er neyðugt at virka fyri at gera gerandisdagin hjá lesandi og starvsfólkunum á Setrinum so góðan og meiningsfullan sum gjørligt.

Jóhannis Joensen

Javnaðarflokkurin – limur í mentanarnevnd løgtingsins