Birita Baldvinsdóttir Iversen
24. september 2020
Birita Baldvinsdóttir Iversen

Sjálvandi eru javnrættindi ein mannarættur!

Tað var ikki sørt ørkymlandi og sera skakandi at hoyra Helga Abrahamsen, landsstýrismann alment boða frá, at hann ynskir, at munurin skal fasthaldast á umstøðunum í barsilsskipanini hjá samkyndum og hinskyndum foreldrum. Eg helt tað ljóðaði rættiliga ófrættakent at hoyra, at hetta skuldi vera galdandi í Føroyum í 2020.

Kommunuval 2020

Tá hjúnarbandslógin varð broytt, var landið á gosið. Samgongan, sum gjøgnumførdi broytingina við hjálp frá einstøkum í andstøðuni, var undir einum øgiligum trýsti allastaðni frá í samfelagnum. Málið var ikki longur bert politiskt, men eisini etiskt og religiøst. Hetta var ikki serliga stuttligt fyri okkum veljarar at uppliva, tí knappliga fóru vit at hugsa um politisku støðuna í londum, vit ikki vanliga samanbera okkum við.

Eg var samd við landsstýrismanninum í einum, hann segði, og tað var, at vit fyrst og fremst skulu hugsa um børnini. Har eru vit samd, men so røkkur tað bara ikki longur. Og har fór eisini ketan av hjá Helga, og har datt øll grundgevingin hjá honum á gólvið. Tí tá vit gera umstøðurnar hjá ávísum foreldrum verri, so gongur tað í síðsta enda út yvir børnini. Tað átti øll at skilt eisini Helgi Abrahamsen. Hann fekk tað næstan at ljóða sum um, at barsilsskipanin varð gjørd til gagns fyri foreldrini, men tað er hon jú ikki. Hon er gjørd, soleiðis at børnini fáa gagn av at hava foreldrini um seg heima við hús. Hon er ikki ein frítíðarskipan fyri foreldrini, men ein umsorganarskipan fyri børnini.

Hárini reistist í nakkanum, tá ein situr við kensluna av, at hann als ikki hugsar um vælferðina hjá børnunum, men meir um at straffa foreldrini, sum ikki eru og liva, sum hann einaferð ynskir, at tey gera. Tekur hann útgangstøðið í religiøsari uppfatan heldur enn politiskari hugsjón, og tað er jú tað, hann ger, so hava vit fingið talibanskar umstøður í Føroyum.

Veljarin, eisini teir til kommunuvalið, skulu vita, hvat teir fáa, tá krossurin verður settur. Eg veit væl, at hetta er landspolitikkur og hevur sum so einki við kommunupolitikk at gera, men tað hevur tað nú álíkavæl. Sum dømi kann eg nevna møguleikan fyri systkjunnaavslátri á okkara dagstovnum. Men aleina tað, at ein áskoðan sum henda, sum er stýrd av religiøsum viðurskiftum heldur enn politiskum, boðar ikki frá góðum. Tá kann tað eisini lætt ávirka aðrastaðni.
Vit foreldur og vit vaksnu hava eina stóra skyldu mótvegis okkara børnum. Okkara mál skal til eina og hvørja tíð vera, at vit gera alt fyri, at børnini verða vard og fáa bestu umstøður. Alt annað er forkastiligt. Um tað so merkir, at vit ávegis noyðast at svølgja nakrar kamelar, ja so gera vit tað. Einki, og eg meini einki, skal forða okkum í at skipa soleiðis fyri, at børnini altíð eiga fyrstu raðfesting.

Hetta vil eg í hvørfall stríðast fyri, um eg verði vald í býráðið.

Birita Baldvinsdóttir Iversen
Valevni á Lista C