11. januar 2026

Sjósavnið Messan veruleiki

Stór hátíðarløta var í Sørvági í dag, tá nýggja sjósavnið og mentanarhúsið í Vágum, Messan, lat upp fyri almenninginum.
Tað vóru nøkur eldhugaði fólk sum í 2018 fóru undir at gera hugskotið um sjósavn til veruleika.
Nevndin heitti tá á Jóhannis Joensen, løgtingsmann hjá Javnaðarflokkunum í vágum, um at hjálpa við fíggingini av sjósavninum. Hann setti seg í samband við fólkatingsmannin Sjúrð Skaale, sum beinanvegin vísti áhuga at hjálpa við stuðulsmøguleikum.
Messan, sum skal lýsa okkara sjóvinnusøgu og samstundis virka sum eitt mentanarhús, stendur í dag liðug sum eitt prýði fyri Sørvág, Vágar og Føroyar.
Nevndin, Sørvágs kommuna og J & K Petersen, sum hava staðið fyri arbeiðinum, eiga stóran heiður fyri vala arbeiði. Tað er listamaðurin Poul Skarðenni, ið hevur teknað bygningin.
Hjartaliga til lukku, tit øll. Spennandi verður at fylgja virkseminum í og kring henda sermerkta bygning.