11. mai 2023

Skannarin og spjaðingin

Tað er stórt spell og púra óneyðugt, at frálíka føðingardagsgávan, sum vinnulívsfólk hava latið sjúkrahúsinum í Klaksvík, verður brúkt til illgitingar og niðurbrótandi politiska øsing.

Málið er eftir mínum tykki fullkomiliga farið av sporinum, og tað tænir bara teimum, sum hava áhuga í at seta ilt ímillum ávís øki í landinum.

Heilsuverkið og landsstýriskvinnan stórfegnast um gávuna, sum er eitt kærkomið frambrot fyri fólk í Føroyum. Og avbjóðingin er ikki, at skannarin skal standa í Klaksvík. Tað er einki til hindurs fyri tí.

Málið snýr seg um, at gávan krevur nakrar tillagingar í sjúkrahúsverkinum, og tað er teimum ivamálunum, sum greiða nú skal fáast á. Tað sigur seg sjálvt. Partarnir fara ivaleyst eisini at finna eina virðiliga loysn, so fólk í Føroyum fáa eina so góða tænastu sum tilber.

Fyri politisku skipanina er hetta málið eisini prinsipielt. Tað mugu vera greiðar leiðreglur fyri, hvussu gávur verða latnar almennum stovnum. Útgangsstøðið skal ongantíð vera, at pengasterkar fyritøkur skulu seta treytir og avgera, hvørjar almennar tænastur skulu veitast, hvussu almennar tænastur skulu veitast, og hvar tænasturnar skulu veitast. 

Tað er fyrst og fremst ein avgerð, sum leiðslan í samlaða sjúkrahúsverkinum eigur saman við heilsumálaráðnum. Gávur sum hesar skulu av somu orsøk latast í virðiligum dialogi við avvarðandi partar, sum hava uppgávuna at seta kósina. Prinsippið er avgerandi at halda fast um, tí eingin skal vera um, hvør hevur stýringina og eigur rættin at raðfesta.

Onkur hevur samanborið hesa støðuna við skannaran, sum Tryggingarfelagið lat Landssjúkrahúsinum í 2010. Munurin er, at mannagongdin ta ferðina var, at partarnir avráddu viðurskiftini í øllum stillum og beindu í sama viðfangi møgulig ivamál av vegnum. Tað er sum skilst forsømt í hesum føri.

Latið nú sjúkrahúsleiðsluna kanna hetta málið, so niðurstøðan verður væl grundað.