Óli Jákup Jacobsen
Lesarabræv24. november 2022
Óli Jákup Jacobsen

Skipanin – ikki skipini

Løgtingsval 2022

Um tú átti ein bil, og hann var verdur 200.000 kr., hvussu nógv hevði tú viljað fingið fyri hann? 20.000 kr.? 50.000 kr.? Ella kanska heili 100.000 kr.?

Nei, sjálvandi hevði tú viljað fingið 200.000 kr., tí tað er tað virðið, hann hevur. Tað er júst tað sama sum við okkara virðismikla náttúrutilfeingi – kvotur og firðir. Náttúruríkidømi, sum tú og eg eiga, og sum hvørt ár verður leigað út ógvuliga bíliga til nøkur útvald.

Tí er tað beinleiðis skeivt og misvísandi at síggja tilfeingis- og tøkugjøldini sum ein skatt. Heldur skulu gjøldini síggjast sum ein leiga fyri framíhjárættin at troyta okkara náttúrutilfeingi. Eitt sindur sum ein handil, ið má gjalda leigu fyri framíhjárættin at halda til í SMS – og størri eftirspurningurin er eftir leiguni, hægri verður leigan.

Búskaparfrøðingar meta virðið á hesum tilfeingi at vera á leið 1,5 milliardir krónur um árið. Hóast tað fingu vit í 2021 bert 510 mió.kr. í tilfeingis- og tøkugjaldi. Tað vil siga, at landskassin fekk bert ein triðing av virðinum og manglaði sostatt at fáa eina heila milliard krónur, sum hann av røttum átti at fingið.

Ongin má halda, at endamálið er at taka alt yvirskotið frá vinnuni, tí sjálvandi skal hon klára at fáa svørt tøl á botnlinjuni. Endamálið er bert at fáa tað inn í tilfeingis- og tøkugjaldi, sum hesi høvdu verið verd á einum fríum marknaði – og ikki eina krónu afturat.

Lat meg gera tað púra greitt, at hetta er ikki ein ákæra móti nøkrum persóni í hvørki fiski- ella alivinnuni. Bæði fiski- og alivinnan í Føroyum eru í heimsflokki. Somuleiðis hava vit nakrar dugnaligar og framskygdar reiðarar og alifyritøkur, sum tora at hugsa nýtt og at bróta upp úr nýggjum, og hesi virka bert innan teir karmar, sum politikararnir hava ásett. Hetta er tískil ikki ein ákæra móti skipunum – men móti skipanini.

Tað eru serliga tveir vansar við, at landið – tú og eg – ikki fær tað fyri kvotur og firðir, sum hesi eru verd. Fyri tað fyrsta missir landið nógva inntøku, sum skal fíggja okkara vælferðarsamfelag. Minni vit fáa í tøku- og tilfeingisgjøldum, ja, meira má vaskikonan, lærarin, námsfrøðingurin og onnur arbeiðandi rinda í skatti. Tað er nokk so einkult – minni onkur skal gjalda, meira má onkur annar gjalda.

Fyri tað næsta økist gjógvin fyri hvørt ár bara meira og meira millum rík og fátæk. Hvørki sunnur fornuftur ella búskaparfrøðingar eggja til stættamun. Tvørturímóti er stættamunur rótin til alt ónt. Vit hava havt tað vælsignilsi í Føroyum at havt eitt javnt samfelag, har lærarar og stjórar búgva síðu um síðu. Soleiðis er ikki í øllum londum, har tað er heilt vanligt at hava rík og fátæk grannaløg. Um vit ikki ansa eftir, kann hetta tíverri eisini gerast veruleikin í Føroyum.

Summi hugsa kanska, at um vit taka tað inn, sum vit hava rætt til, so fer íløguhugurin at steðga upp. Ella sum onkur segði: “Pengarnir hava tað best í vinnuni.” Har vil eg venda tí á høvdið og spyrja, hví noyðast við bert at stuðla vinnuni við náttúrutilfeingi? Hví ikki eisini stuðla teimum við reiðum peningi, har vit kunnu flyta teimum hvørt ár einar 100, 200 ella kanska 300 milliónir krónur úr landskassanum? So høvdu tey havt enn meira pengar at gjørt íløgur fyri. Men tað hevði jú verið púra burturvið. Í veruleikanum er ongin munur á at stuðla við tilfeingi og at stuðla við pengum.

Harafturat hevur alivinnan í Føroyum útlutað heili 4,3 milliardir krónur í vinningsbýti tey síðstu 10 árini. Av hesum eru umleið 3 milliardir krónur útlutaðar til útlendskar eigarar. Við øðrum orðum geva vit milliardastuðul til fyritøkur fyri síðani at flyta meginpartin av yvirskotinum til útlandið. So her kann man veruliga tosa um pengar, sum høvdu kunnað gjørt mun í føroyska samfelagnum.

Sjálvandi skal vinnulívið hava góðar og tryggar karmar, og skal man ikki leggja óneyðugar fótonglar fyri vinnuna. Vinnan skal ikki endiliga vera staðið, har man altíð hyggur fyrst, tá pengar mangla í. Eg haldi tað vera bæði rætt og rímiligt, at vinnan roynir at fáa sum mest burturúr – men tað skal bara vera uttan fíggjarligan stuðul frá landinum.

Eg skal at enda enn einaferð staðfesta, at hetta ikki er ein ákæra móti nøkrum í fiski- og alivinnuni, tí tað er hvørki teirra ábyrgd ella skylda at broyta skipanina – tað er ábyrgdin og skyldan hjá politikarunum.

Eg veit væl, at tað verður trupult at fáa alla tilfeingisrentuna inn, sum árliga er umleið 1 mia. krónur meira enn tað, sum vit fáa inn í dag. Høvdu vit so – um ikki annað – fingið helvtina, hevði tað so sanniliga eisini gjørt mun.

Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, ætli eg mær sjálvandi at virka fyri, at skipanin verður broytt, soleiðis at vit fáa mest møguligt inn av virðinum, sum okkara firðir og kvotur hava – so vit kunnu hava meira pengar til vælferð og skattalættar.

Óli Jákup Jacobsen

Løgtingsvalevni hjá Javnaðarflokkinum

Um meg:

Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6 ár, 4 ár, 2 ár og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.