Tíðindi30. oktober 2020

Smáu fyritøkurnar mugu hóra undan!

Freistin nærkast nú av álvara, til fyritøkurnar skulu rinda MVGið, ið bleiv útsett fyrr í ár sum partur av Hjálparpakka 1. Spurningurin er, um smærru fyritøkurnar fara at klára tað.

Fyrr í ár veitti Hjálparpakki 1 frá Føroya Landsstýri neyðuga hjálp til arbeiðsfólk og vinnur í Føroyum, ið vóru rakt av Covid-19. Millum annað valdi mann at útseta avrokningina fyri MVG, og var hetta sambært landsstýrinum fyri at styrkja gjaldførið hjá fyritøkum. Sostatt varð innlating og avrokning fyri MVG fyri 1. ársfjórðing útsett til 15. november 2020.

Nú nærkast freistin av álvara, og tað hevur fingið Ingilín Didriksen Strøm at seta landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein fyrispurning. Hon stúrir um smærru fyritøkurnar.

- Tað er eingin ivi um, at Covid-19 hevur rakt okkum meint og leingi. Hugsast kann, at nógvar smærri fyritøkur, ið hava útsett, framvegis eru ógvuliga sperdar, kanska serliga nú vit eru í lágárstíð. Harafturat vita vit ikki, um ein bylgja av nýggjum tilburðum, eins og aðrastaðni í heiminum, eisini kemur til Føroya í vetur, og sostatt merkir, at vinnan aftur missir inntøkugrundarlagið, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Hon spyr millum annað fíggjarmálaráðharran um smáar fyritøkur eru førar fyri at rinda MVGið nú, hvussu støðan hjá smærru fyritøkunum er sum heild í hesum tíðum, og um ætlanin er at gera fleiri hjálparátøk fyri smærri fyritøkur, ið uppliva langtíðarfylgjur av støðuni við Covid-19. 

- Størru fyritøkurnar fara helst at klára seg, men spurningurin er, um tað kann vera neyðugt við eini serskipan til tær smáu fyritøkurnar, sum ikki hava sama gjaldføri. Smáu fyritøkurnar mugu hóra undan, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Jørgen Niclasen skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.