10. apríl 2025

Størsta nýbrotið á heilsuøkinum í mong ár

Tað var breið semja í løgtinginum um at skipa fleiri heilsutænastur í nærumhvørvinum, tá málið var til triðju viðgerð í dag.

- Nýskipanin verður til fyrimuns fyri okkum øll. Men hon fer serliga at gagna teimum eldru, fólkum við varandi sjúkum og teimum, sum hava serligum tørv.

Við at savna fleiri starvsbólkar í heilsumiðstøðum, kunnu vit bjóða bæði fleiri, betri og meira samanhangandi heilsutænastur kring landið, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna.

Frá 1. juni verður landið skipað í størri heilsuøkir við einum ella fleiri heilsumiðstøðum. Sum frálíður fara fleiri kanningar og viðgerðir at fara fram á heilsumiðstøðum. Eisini nýggjar viðgerðir og viðgerðir, sum í dag fara fram á sjúkrahúsunum, t.d. viðgerðir fyri ADHD, diabetes og gjøgnumgongd av heilivági.

Á heilsumiðstøðunum fara umframt kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar og læknaskrivarar, eisini bioanalytikari, farmaseutur, heilsufrøðingur, ljósmóður og sálarfrøðingur at veita tænastur. Summi fara at starvast á heilsumiðstøðunum burturav og onnur fara at vera har parttíð.