29. september 2025

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag 100 ár

Stórt hátíðarhald verður leygardagin 4. oktober klokkan 14 til 18.

Í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá Suðurstreymoyar Javnaðaerfelag verður móttøka í Javnaðarhúsinum í Niels Finsensgøtu 14. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Á skránni verða hátíðarrøður, sofaprát, røvarasøgur, felagssangur og nógv gott til góman.