Margit helt røðu um sálarligt arbeiðsumhvørvi á fakdegi hjá Pedagogfelagnum
- Eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi er grundarlagið undir øllum øðrum. Tá vit trívast, tora vit at hugsa nýtt, tora at spyrja, tora at gera mistøk – og vit kenna okkum sædd og hoyrd.
LES ALLA RØÐUNA HER
Tað er í slíkum umhvørvi, at bæði fólk og arbeiðsplássið kunnu vaksa og mennast.
Í mínum egna arbeiði havi eg sæð, hvussu stóran týdning eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi hevur fyri einstaka starvsfólkið og fyri
arbeiðsplássið sum heild.
Tá ið fólk kenna seg trygg, hoyrd og vird, gerast tey meira ágrýtin, nýhugsandi og opin fyri samstarvi.
Eg havi eisini sæð hitt – hvussu stóran kostnað tað hevur, tá ið sálarliga arbeiðsumhvørvi ikki verður raðfest, eins og tað eigur.
Tað ávirkar bæði arbeiðsgleði, samstarv og úrslit.
Tí eri eg sannførd um, at hetta ikki bara snýr seg um, hvussu vit hava tað á arbeiðsplássinum, men eisini um fakliga dygd og ábyrgd mótvegis teimum, vit virka fyri.