11. mars 2026

TAÐ SKAL VERA PLÁSS FYRI ØLLUM

Eg havi í nógv ár gjørt tað, eg kann, fyri at Føroyar skulu vera eitt gott land hjá øllum at liva í. Hetta havi eg í mínum arbeiða sum forkvinna hjá Javna, har eg miðvíst havi arbeitt fyri tey ið bera brek og familjur teirra. Men nú fari eg at seta ferðina upp, og tí stilli eg upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.

Hetta geri eg, tí eg trúgvi, at við mínum royndum og mínum persóni kann eg vera við til at gera okkara land enn betri.

Vit skulu hava eitt samfelag fyri øll. Tað er torført at fáa eitt trygt heim og eitt virðiligt lív í Føroyum. Og tí kenna fleiri seg noyddan at flyta uttanlands, tí møguleikarnir tykjast betri har. Tað er ikki gott nokk!

Eg vil arbeiða fyri at tað er pláss fyri øllum, og at vit eisini taka hond um tey, sum veruliga hava tørv á tí.
Komandi dagarnar fari eg at greiða meira frá, hvat eg standi fyri, og hvussu eg ætli mær at arbeiða fyri hesum.

Um tú ynskir at stuðla mær, ert tú vælkomin at viðmerkja, deila míni uppsløg og bera boðskapin víðari.

Helena Fríða Jørmundsson, 35 ár.
Forkvinna í Javna. Ættað úr Fuglafirði, búsitandi í Havn.
Útbúgving: Cand.it. í KT og leiðslu, starvist sum KT-verkætlanarleiðari hjá TAKS.