Aksel V. Johannesen
Tíðindi12. september 2021
Aksel V. Johannesen

Tað skal verða lættari at taka við festi

Tá ein festibóndi í dag ger íløgur í eitt festi, so veðsetir festarin persónligt, hóast hann einki eigur. Hetta kann ávirka hugin hjá komandi ættarliði at taka við festinum, sigur Aksel V. Johannesen.

Løgtingsins umboðsmaður metti longu í 2007, at kravið frá Búnaðargrunninum um persónliga veðseting er ein órímilig treyt at seta festarum.

Í apríl 2020 segði landsstýrismaðurin, at arbeitt verður við at fara burtur frá persónligum veðhaldi fyri lán til landbúnaðin. Málið er ikki komið í rætt lag enn. Neyðugt er at fáa hesi viðurskifti broytt sum skjótast.

Tí hevur Aksel V. Johannesen sett fyrispurning til landsstýrismannin, sum kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9750