Bjarni Hammer
Lesarabræv26. juni 2020
Bjarni Hammer

Teir gera enda á útróðrinum

Øll, sum hava áhuga fyri føroyskari fiskivinnu burdu lisið hoyringssvarið hjá Meginfelag útróðrarmanna til nýggju lógina um sjófeingi. Teir siga tað púra greitt: Hetta er ein háðan móti teimum, sum hava útróður sum vinnuveg. Ein skipað niðurlaðan av útróðrarvinnuni.

Landsstýrið ger við hesum enda á føroyska útróðrinum!

Landsstýrismaðurin vil taka 200-300 fiskidagar frá bólki 4A og 4B, sum longu frammanundan hoyra til teir, sum hava størstan tørv á fleiri døgum.

Hví er tað so umráandi at lurta eftir teimum stóru, men ikki teimum smáu? Hví hevur mann ikki álit á, at føroyingar sjálvir megna at reka fiskivinnu? Hví noyðast vit at hava útlendingar við?

Útlendingar eiga longu gott og væl helvtina av føroysku fiskivinnuni, og samgongan hevur eftir øllum at døma start seg blinda í útlendska stórkapitalinum. Hollendarar mugu fyri alt í verðini ikki úr føroysku fiskivinnuni.

Mann skuldi trúð, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur hollendskt sum móðurmál, so lítið fantilsi er í lógaruppskotinum um serskatting við sølu av loyvum. Tey siga seg vilja skapa tryggar karmar fyri fiskivinnuna. Og tað má man siga, tað hevur ongantíð verið so trygt at vera hollendari ella stórreiðari í føroysku fiskivinnuni sum nú.

Tað er púra óskiljandi, at samgongan leggur so lítið í føroyska útróðrarmannin.  

 

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin