Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv08. oktober 2022
Kristianna W. Poulsen

Tey bestu og leskiligastu súreplini vaksa á gomlu greinunum

Røðan hjá Kristionnu Winther Poulsen á eldradegnum 2022.

Gott kvøld gott fólk

Stóra takk fyri, at tit hava biðið meg siga nøkur orð, nú tit aftur hava verið saman í dag og hildið tann árliga eldradagin, sum endiliga aftur kann markerast í kommununi. Tað var stuttligt og lívsjáttandi at vera við eina løtu fyrrapartin við røðu frá borgarstjóranum, við vísu og dansi, og við áhugaverdum orðum og fantastiskum tónleiki og drekkamunni afturvið í Ebenezer. 

Tit í Eldraráðnum hava í ár valt yvirskriftina og evnið fyri eldradagin: Ein grønari kommuna. Hetta grøna, sum seinastu árini hevur surrað sum ein vespa ein góðveðursdag allastaðni í almenna rúminum, ja allastaðni har fólk koma saman og skifta orð. Grøn umlegging, grøn orka, grøn ferðsla, grøn framleiðsla og eg kundi hildið fram. 

Hvat snýr tað seg um? Víst er grøna kommunan er svarið, men hvørjir eru spurningarnir? Tit hava í dag hoyrt fleiri fólk komið við teirra boðum: Roar Olsen, Gunnhild Dahl Niclasen, Bjørg Dam, Jóhan Mortensen. Øll hava tey innlit í og visjónir fyri, hvussu kommunan og vit sjálvi kunnu liva grønari. So nú eru tit blivin klókari – ella eru kanska forvirrað á einum hægri plani? Hetta er í øllum førum ein kensla, sum eg ofta siti við.  

Eg haldi, at samstundis sum neyðug politisk tiltøk skulu setast í verk, eiga vit menniskju eisini at leggja okkum eftir at liva eina grønari og meira burðardygga tilveru heima við hús í okkara gerandisdegi. Tí Charity begins at home, verður sagt. Og liva vit, ja so brúka vit og seta okkara fótaspor í verðina. Soleiðis skal tað eisini vera, tí alternativið er jú verri.  

Vit vita jú, at avleiðingarnar av okkara atburði kunnu røkka langt, og kunnu vera álvarsligar, um vit ikki hugsa okkum um. Tí øll tann menniskjaliga tilveran hongur saman. Um vit við okkara atburði gera okkum inn á ein part av umhvørvinum, hevur tað avleiðingar fyri so nógv annað. Heimurin og alheimurin, gerandisdagurin og halgan, lívið við hús og lívið úti. Hetta eru fleiri partar av somu søk, okkara lívi, sum jú ongantíð gongur eftir einum snórabeinum vegi. 

Eitt er í øllum førum vist – vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri teimum álvarsligu avleiðingunum, sum dagsins nýtsla í Vesturheiminum og í Føroyum hevur fyri umhvørvið. Vit kunnu øll gera okkara, og økt tilvitan um gerandisvanar hevur eisini broytingar við sær, sum gera kommununa og Føroyar grønari.

Sjálv drekki eg ikki longur handilsvatn her í Føroyum, tí okkara atgongd til reint vatn er so sjálvsøgd. Vatnsopin kann drekkast úr krananum. Annars keypa føroyingar innfluttar plastfløskur við vatni í sum ongantíð áður. Skilji, hvør ið skilja vil. Og hetta er alt annað enn stutt flutt.

Og eg rokni nú heldur ikki við, at tað eru tit, sum keypa eina nýggja iPhone hvørt ár, sum skifta bilin út annað hvørt ár, og sum oyðsla við tí heita vatninum ella við elektrisitetinum ella keypa nýggj klædnapløgg fleiri ferðir um mánaðin. Hesin atburður eyðkennir nokk mest fólk, sum eru eitt sindur yngri. 

Vit vita, at klædnaídnaðurin er millum mest dálkandi ídnaðir í heiminum. Og vit vita, at umleið 20 prosent av matvørunum, sum vit keypa, enda í ruskspannini. At koyra mat burtur er óneyðuga dýrt fyri brúkaran og ringt fyri umhvørvið, tí matvøruframleiðsla er sera orkukrevjandi. Og her kemur okkara nýggja skiljihøll eisini inn í myndina. Ein slík høll skuldi langt síðani verið komin, og nú hevur hon høga politiska raðfesting í kommununi. 

Eg má eisini nevna hetta ólukku plastið, sum vit mugu og skulu avmarka. Tað skal burturbeinast á rættan hátt, so at tað ikki endar í náttúruni. Her er tað neyðugt við betri endurnýtlsu av plasti. Til hetta krevjast greiðar reglur um framleiðslu, áðrenn hugsingur veruliga verður um endurnýtslu, tí í dag er sjálvt framleiðslutilfarið í plasti ov ymiskt til at verða endurnýtt. 

Ferðslan – bæði á landi, í luftini og á sjónum – er ein veruligur umhvørvissyndari. Men vit hvørki vilja, kunnu ella skulu sita á afturpartinum alt lívið, og um vit bara flyta okkum við at ganga, súkkla ella svimja, kann lívið gerast bæði tvørligt og óalmindeliga keðiligt. 

Eisini á flutningsøkinum er nógv virksemi í gongd fyri at finna grønari loysnir, og hesar loysnir skulu vit taka til okkum. Og okkara bussleið skal alla tíðina betrast, tí tað skal kunna bera til at búgva í kommununi uttan at hava bil. 

Og, sum vit skemtiliga tosaðu um fyrr í dag, er stórur partur av eldru fólkunum í kommununi nú í Spanien við Sólorku, hagar tvey full flogfør nýliga eru farin við fólki, sum vilja njóta hita og góðar upplivingar sunnanfyri. Katrin Holm fortaldi, at bara bíðilistin taldi eitt heilt flogfar, so áhugin fyri at fara ein túr í hitan er stórur. Og um spurningurin ljóðar Sólorka ella Vindorka, má svarið vera bæði tvey, og hvørt til sína tíð.    

...

Blaðið Fyndin viðger søgur og áhugamál, ið serliga snúgva seg um menniskju, sum eru komin upp í árini. Og tað gera tey eftir mínum tykki væl. 

Í seinastu útgávu av Fyndini viðgera tey aldursmismun, sum hevur negativar avleiðingar fyri vælveru og heilsu hjá eldri fólki. Her svara svara stívliga 44 prosent av teimum spurdu (millum 60 og 69 ár), at tey meta seg hava verið fyri mismuni vegna høgan aldur. Og løgfrøðingar siga í somu Fynd, at almennu Føroyar enn ikki hava samtykt lóggávu, sum bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur, og at vit tískil eru eftirbátar. Hetta er ikki nóg gott.  

Tórshavnar kommuna samtykti í februar í ár at avtaka 70 ára fráfaringaraldurin, og at starvsfólk nú kunnu halda fram at arbeiða, so leingi tey megna tað. Aldur er sostatt ikki longur ein saklig grundgeving fyri uppsøgn í kommununi. 

Burðardygga samfelagið snýr seg sanniliga eisini um at hava ein rúmligan arbeiðsmarknað. 

Og eg vil minna á vakra boðskapin á postkortinum, sum Róland í Skorini vísti okkum í Ebenezer fyrr í dag: at tey bestu og leskiligastu súreplini vaksa á teimum gomlu greinunum. 

Annars vístu tøl frá SEV fyrr í dag, at streymurin í september var grønur og at grøna el-orkuframleiðslan fyri alt landið lá á 53 prosentum. So tað gongur rættan vegin. Og vit vita jú, at klæði úr endurnýtsluhandlunum eru sera væl dámd, eisini millum ung. Allastaðni eru smá tekin um, at vit eru á veg, og mangir smáir løkir gera stórar áir. 

Tykkara evni í dag er enn eitt tekin um viljan hjá teimum flestu at gera sum best. 

Men tað eru vit, sum hava biðið um og fingið politiska ábyrgd, sum skulu skapa teir neyðugu karmarnar fyri fáa eina grønari og burðardyggari kommunu. Og hesa ábyrgdina mugu tit alla tíðina minna okkum á. 

Takk fyri, at tit við Eldradegnum í ár gjørdu tykkara. Og eg ynski tykkum eitt gott og festligt kvøld. 

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Eldra- og heilsunevndini