Aksel V. Johannesen
Lesarabræv11. oktober 2021
Aksel V. Johannesen

Tey lágløntu verða vinnarar

Javnaðarflokkurin vil hækka lønirnar hjá lágløntum, sum arbeiða hjá tí almenna. Millum annað hjá námsfrøðingum, sjúkrarøktafrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum. Politiska skipanin hevur upprunaliga valt at løna størvini, har serliga kvinnur arbeiða, lægri enn størv, har serliga menn arbeiða. Hetta er sjálvsagt órímiligt, og tí hevur Javnaðarflokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um at rætta hendan skeivleikan.

Í dag er Helgi Abrahamsen, sum hevur sitið við valdið í tvey ár, frammi um, at vit við hesum uppskoti hava gloymt tey ófaklærdu. Og at okkara uppskot hevur við sær, at tey ófaklærdu fara niður í løn. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Eingin fer niður í løn av okkara uppskoti. Og vit hava als ikki gloymt tey ófaklærdu.   

Landsstýrið er arbeiðsgevari hjá almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað er har, vit kunnu gera ein mun við at hækka lønirnar hjá teimum lágløntu, sum fyrst og fremst arbeiða innan umsorganarøkini. Á privata arbeiðsmarknaðinum eru vit ikki arbeiðsgevarar og kunnu tí ikki hækka lønirnar, men vit kunnu gera ein mun við til dømis at lækka skattin.

Ein loysn forðar ikki eini aðrari loysn. Vit í Javnaðarflokkinum hugsa í loysnum – ikki lesarabrøvum. Samstundis sum vit vilja hækka lønirnar hjá lágløntum í tí almenna, so vilja vit lækka skattin hjá øllum lágløntum. Tað gevur sjálvsagt ófaklærdum betri sømdir. 

Eg vildi heldur sagt, at Sambandsflokkurin hevur gloymt tey ófaklærdu og tey faklærdu lágløntu. Í skrivandi stund situr Sambandsflokkurin við valdið og hevur allar møguleikar at fremja broytingar fyri bæði ófaklærd og faklærd. Men tað henda ongar broytingar við Sambandsflokkinum á odda. Hann hoknar undir trýstinum og brúkar tíðina at leggja eftir andstøðuni fyri at vilja lyfta lønina hjá millum øðrum námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum.   

Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri ófaklærdum og faklærdum. Lat ongan iva vera um tað. Báðir bólkar skulu verða vinnarar. Hvør hevur vunnið við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum á odda seinastu tvey árini? Einans tey heilt fáu, sum sita á okkara tilfeingi. Ikki tey faklærdu ella ófaklærdu.

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður