Aksel V. Johannesen
Lesarabræv09. november 2020
Aksel V. Johannesen

Tí skalt tú seta X við C í morgin

Týsdagin fara vit aftur á val. Eitt val, sum í stóran mun snýr seg um nærdemokrati. Tað snýr seg um býarfríðkan, ferðslutrygd og trivnað, og tað snýr seg sanniliga eisini um vælferðina hjá okkum øllum. Vit hava tørv á at styrkja vælferðina bæði landspolitiskt og kommunalpolitiskt, og tí er ikki líka mikið, hvar vit seta krossin týsdagin.

Kommunuval 2020

Seinastu árini eru fleiri umfatandi øki løgd út til kommunurnar at umsita, so sum barna- og eldraøkið. Tvey vælferðarøki, sum hava ómetaliga stóra ávirkan á gerandisdagin hjá flestu okkara. Kommunalir dagstovnar og eldrasambýli eru dagligir karmar um tey, sum vit eru allarbest við. Børnini og gomlu foreldrini ella ommur og abbar okkara. Tað er ein trygd hjá okkum at vita, at dugnalig starvsfólk eru um tey, men í nógvum førum mugu tey renna ov skjótt millum uppgávurnar. Vit eru eitt ríkt land. Og vit eiga at hava ráð til nærveru og serkunnleika. Men tað krevur, at tað verður raðfest.

Í Javnaðarflokkinum, bæði í Klaksvíkar, Eystur, Tórshavnar, Tvøroyrar og Vágs kommunu eru vit samd um, at vit skulu hava góð og trygg barnaár, virðilig ellisár, fleiri bústaðir, vit mugu ansa væl eftir dýrabara umhvørvinum, góðar karmar til vinnuna, og øll skulu fáa endarnar at røkka saman. Tað er okkara greiða fatan, at øll trívast best í einum javnaðarsamfelag, har ung og gomul, hálønt og láglønt liva og virka lið um lið.

Føroyingar eru góðir við trygga vælferðarsamfelagið. Og tí er tað mín vón, at Javnaðarflokkurin fær stóra undirtøku kring alt landið, so vit fáa trygga vælferðarsamfelagið út í hvønn krók. Við Javnaðarflokkinum við róðrið veitst tú, at tú fært ábyrgdarfullan politikk, sum byggir á samanhald. At umboð floksins altíð vilja virka fyri, at øll kenna seg hoyrd og vird, og at tað er rúm fyri øllum. 

Men uttan mun til, hvar vit seta krossin, so fara vit enn eina ferð at hátíðarhalda fólkaræðið í morgin. Tí fari eg at enda at ynskja øllum flokkum, øllum listum og øllum valevnum eitt gott val.

Aksel V. Johannesen

formaður Javnaðarfloksins