20. apríl 2021

Skulu lofta lesandi við serligum tørvi

Hóast nógv er gjørt fyri at lofta næmingum við serligum tørvi á fólka- og miðnámsskúlastøði, manglar enn nógv á teimum hægri útbúgvingunum. Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at nógv meiri eigur at gerast fyri at lofta lesandi við eitt nú orðblindni, hoyritrupulleikum, ADHD, autismu o.s.fr. á hægri útbúgving.

Seinastu 10 árini er nógv hent á undirvísingarøkinum, tá tað kemur til hjálp til næmingar við serligum avbjóðingum. Millum annað er serlig útbúgving sett í verk til at útbúgva lærarar til serøkið, flokkar eru skipaðir til næmingar við serligum tørvi, umframt ymsar skipanir, sum hjálpa næmingum at fáa útvegað hjálparamboð – hetta er galdandi bæði á miðnámi og í fólkaskúlanum. Eisini er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal koma við tilmælum um, hvussu vit lofta næmingum við sálarligum avbjóðingum á miðnámi.

Kortini eru skipanirnar til tey á hægri útbúgving avmarkaðar. Tí hevur Jóhannis Joensen tikið stig til at seta landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamál ein fyrispurning um evnið.

- Talan er millum annað um árgangir, sum ikki hava fingið gagn av stóru framgongdini á økinum, tá tey sjálvi gingu í fólkaskúla. Nú eiga vit at syrgja fyri, at øll kunnu fáa ta hjálpina, teimum tørvar, sigur Jóhannis Joensen.

Hann vísir á, at hóast til dømis Fróðskaparsetrið hevur lestrarvegleiðing, so er hetta ikki nóg mikið.

- Í eitt nú Danmark eru serligir vegleiðarir settir at stuðla og hjálpa lesandi við serligum tørvi. Talan kann vera um eitt nú orðblindni, hoyritrupulleikar, ADHD, autismu og so framvegis. Tað er sera umráðandi, at tey, ið hava avbjóðingar, fáa røttu hjálpina, soleiðis at tey kunnu fullføra eina útbúgving, sigur Jóhannis Joensen.

- At øll fáa møguleikan at nema sær útbúgving er ein grundarsteinur undir vælferðarsamfelagnum, og tí eiga vit at tryggja, at tey við serligum avbjóðingum fáa ta hjálpina, ið skal til, soleiðis at tey eisini fáa hendan møguleikan, sigur Jóhannis Joensen at enda.