Tíðindi06. oktober 2020

Tummas er klárur til eitt tørn afturat

Nú Norðoya Javnaðarfelag er komið á mál við uppstillingini til komandi býráðsval, er greitt, at Tummas Lervig, býráðslimur og formaður í vinnunevndini, aftur er á listanum.

Kommunuval 2020

Tummas er giftur Turið og hevur búð í Klaksvík síðan 1979. Hann ræðist ikki at taka ábyrgd og rætta eina hond, tá tað kemur til felagsskapin, og seinastu mongu árini hevur hann bæði verið formaður í KÍ og hevur sitið í býráðnum fyri Javnaðarflokkin í Klaksvíkar kommunu.  Politikkur og javnaðarhugsjónin hava altíð staðið honum nær.

Sjálvur greiðir hann soleiðis frá:

- Eg ynski at vera við til at skapa fortreytir fyri borgaran frá vøggu til grøv. Eg eri talsmaður fyri, og brenni fyri, at skapa serligar karmar fyri tey, sum fella niður ímillum á lívsleiðini. Samstundis vil eg skapa møguleikar fyri einum góðum og sterkum vinnulívi, og eg vil virka fyri, at vit fáa eitt gott umhvørvi fyri øll frítíðarfeløg í kommununi. Eg royni altíð at hugsa í loysnum heldur enn forðingum.

Tummas Lervig er kendur fyri at vera arbeiðssamur og hjálpsamur. Í hesi býráðssetuni hevur hann verið formaður í vinnu- og havnanevndini, næstformaður í teknisku nevnd, nevndarlimur í fíggjarnevndini, Børn og ung og í NBH og nevndarlimur í IRF.

Flest øll mál, ið hann setti sær fyri í hesum skeiðnum, eru avgreidd, og tey eru ikki so fá: Nýggjar bátabrúgvar, flutt alistøðina av Vágni, ruddað Grønhøvda, endurnýtslan flutt norð á Grønhøvda, vælverudepil í svimjihøllini, Bláa skýlið, ljósmastrar um vøllin, gøtur millum býlingar, umframt umvælt oljubryggjuna. Vinnuøkið undir Hamrið er ávegis, og hugskotsætlan um skipan av økinum úti í Klaksvíkini er sett í gongd.

- Eg vil fegin halda fram, tí spónin er akkurát sett í greytin, og her er nógv eftir at gera býnum og borgaranum at frama. Tað vil eg fegin vera partur av, sigur Tummas Lervig.

Í Norðoya Javnaðarfelag fegnast vit um, at Tummas stillar upp aftur. Vit gleða okkum til at arbeiða saman við Tummasi um at fáa ein sterkan lista C í býráðið at arbeiða fyri borgarar í Klaksvíkar Kommunu.

𝐍𝐨𝐫ð𝐨𝐲𝐚 𝐉𝐚𝐯𝐧𝐚ð𝐚𝐫𝐟𝐞𝐥𝐚𝐠