22. apríl 2021

Undirtøka fyri sorgarfarloyvi

Uppskotið um sorgarfarloyvi hjá Djóna Nolsøe Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, hevur undirtøku bæði í samgongu og andstøðu. Tískil er sorgarfarloyvi eitt stig tættari at gerast veruleiki.

Endamálið við uppskotinum er at geva foreldrum, sum koma í tí vanlukkuligu støðu, at barn teirra doyr, møguleikan at fara í farloyvi. Uppskotssetari er Djóni Nolsøe Joensen, og hann greiðir soleiðis frá uppskotinum:

- Tað skal vera eins lætt at fara í farloyvi, tá foreldur missa eitt barn, sum tá tey fáa eitt barn. Vit hava eina góða barsilsskipan sum gevur foreldrum lógartryggjaðan rætt til farloyvi, tá eitt barn verður føtt, meðan foreldur eingi lógartryggjaði rættindi hava, um barn teirra doyr, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Hann vísir at, at foreldur kunnu handfara støðuna ymiskt, men tað er umráðandi, at rætturin trekkja seg av arbeiðsmarknaðinum í eitt tíðarskeið er til staðar. Summi hava tørv á at sleppa skjótt aftur til arbeiðis, meðan onnur ikki hava orkuna til tess og hava tørv á fráveru frá arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at tey kunnu vera heima og syrgja í eina tíð.

Tí fegnast hann um, at ein samd vinnunevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið um sorgarfarloyvi.

Uppskotið er eitt uppskot til samtyktar, og tað merkir, at tá tað er samtykt, er tað álagt landsstýrismanninum at koma við einum lógaruppskoti um sorgarfarloyvi. Kortini er hendan breiða semjan eitt tekin um, at sorgarfarloyvi nú er eitt stig tættari at gerast veruleiki.