Tíðindi22. juni 2020

Ungir læknar noyðast av landinum

Heilsuverkið í Føroyum manglar læknar. Nógvir borgarar hava ongan fastan kommunulækna, og bíðitíðirnar til serlæknaviðtalur eru langar. Um landsstýrið ikki setir meira av til at seta yngri læknar í starv nú, so noyðast teir av landinum aftur, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Tað eru í løtuni 15 yngri læknar í Føroyum, sum koma at mangla sonevnt introstarv í nærmastu framtíð. Men tað eru bert trý introstørv lýst leys í landinum. Tað merkir, at vit hava fleiri ungar læknar, sum allarhelst fara av landinum aftur, summir teirra við maka og børnum. Vit mugu seta meira av til introstørv beinanvegin, so hetta ikki hendir, heldur Jóhannis Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, ein fyrispurning um hett.a

- Vit mangla støðugt læknar í Føroyum. Tí er tað púra burturvið, um vit ikki játta pening til at seta læknar, sum vilja sleppa at búgva og virka í Føroyum, í starv, sigur Jóhannis Joensen.   

Fyri at gerast serlækni, eru nøkur stig ella størv tú skalt í gjøgnum, fyrsta stigið er KBU starv, hetta tekur eitt ár, og har hava vit fingið eina skipan sum ger at føroyingar hava framíhjárætt til størvini her. Næsta stigið er introstarv, sum er eitt hálvt til eitt heilt ár innanfyri valdu serlæknagrein. Sum sagt eru bert trý av hesum introstørvum leys í Føroyum í løtuni. Felagið Yngri Læknar sendi landsstýrismanninum eitt skriv í desembur mánaði, har víst varð á hesi viðurskifti, men sum skilst er einki hent.

- Vit ynskja okkum fleiri serlæknar, og tí áttu vit at gjørt tað vit kunnu fyri at útbúgva serlæknar, heldur Jóhannis Joensen og vísir á, at tað uttan iva eru fleiri kommunulæknar kring landið, sum vilja taka ímóti introlæknum, um pengarnir eru settir av til hetta.

Kaj Leo Holm Johannesen skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.