15. mars 2023

Uni fegnast um styrkt fiskiveiðueftirlit

Játtanin til Vørn og fiskiveiðueftirlit hækkar við tveimum milliónum. Tað er tiltrongt og skal virka fyri betri møguleikum at brúka eygleiðarar umborð á fiskiskipum, sum royna í føroyskum sjógvi, og tað fer at betra um eftirlitið við umskipingum og landingum í føroyskum havnum, sigur Uni Holm Johannesen.

Vørn hevur hvørki fíggjarorku ella arbeiðsorku at hava neyðugt eftirlit við bæði fiskiskapi og við landingum og umskipingum í føroyskum havnum.

- Í Javnaðarflokkinum fegnast vit um, at tað nú verður bøtt um tað, segði Uni Holm Johannesen undir aðalorðaskiftinum um fyrisiting av sjófeingi, sum var í Løgtinginum í gjár.

Føroyar hava saman við Norra, ES, Bretlandi, Íslandi og Grønlandi avtalað, at fult eftirlit skal vera við fimm prosentum av landingunum, og við 7,5 prosentum av nøgdini, sum verður landað av uppsjóvarfiski í Føroyum. Fult eftirlit merkir, at eftirlitsfólk eigur at vera til staðar allatíðina, meðan tað verður landað.

Í fíggjarlógaruppskotinum stendur játtanin til Vørn og fiskiveiðieftirlit til at hækka við tveimum milliónum krónum.

- Tað er tiltrongt og skal virka fyri betri møguleikum at brúka eygleiðarar umborð á fiskiskipum, sum royna í føroyskum sjógvi, og tað fer at betra um eftirlitið við umskipingum og landingum í føroyskum havnum, segði hann í røðuni.

Rullandi loyvini

Løgtingsorðaskiftið snúði seg í ávísan mun eisini um tey 12 ára rullandi loyvini, sum nú eru galdandi í 11 ár, tí tey ikki eru endurnýggjað. Orsøkin er, at løgtingsval varð útskrivað í november í fjør, sum elvdi til, at uppskotið fall burtur.

- Sum politisk skipan skulu vit sjálvandi tora at umrøða hesi viðurskiftini, tí flokkarnir, sum sita við valdið nú, vóru ikki fyri teimum 12 ára rullandi loyvunum. Samstundis mugu vit ansa eftir, serliga sum samgonga, at vit ikki melda út í allar ættir. Vit mugu vera greið yvir, at so leingi tíðin gongur, og tað er óvissa um hedan spurningin, uttan at hann verður svaraður, so hevur tað ávísa ávirkan á framtíðarætlanirnar í vinnuni, serliga hjá teimum smærru aktørunum, segði Uni Holm Johannesen undir orðaskiftinum.