Brasil er ikki púra fremmandur marknaður fyri føroyskar fiskaútflytarar. Føroyar hava fyrr flutt nógvan klippfisk beinleiðis hagar, upp í 35 túsund tons árliga, men í langa tíð hevur hetta ikki borið til, tí eingin góðkenning hevur verið millum matvørumyndugleikarnar í londunum báðum.
Tann góðkenningin fyriliggur nú og var handað Føroyum í dag.
Brasilska góðkenningin er eitt dømi um, hvussu drúgt tað kann vera at lata marknaðir upp fyri føroyskum vørum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Vinnuhúsið og Ráfiskakeyparafelagið hava saman við øðrum í nógv ár virkað fyri at beina hesa handilsforðingina burtur, og tað lukkaðist nú eftir gott og væl tólv ár við miðvísum arbeiði.
Tað er framhaldandi neyðugt at arbeiða fyri at fáa betri og smidligari marknaðaratgongd og beina tollforðingar av vegnum, so okkara útflytarar hava somu møguleikar sum kappingarneytarnir í øðrum londum, og annars hava høvi at selja aðrastaðni, tá einstakir marknaðir eru tvørligir.
Landsstýrið hevur seinastu árini lagt nógva orku í at fáa smidligari handilsatgongd í Evropa, Asia og USA. Herfyri var marknaðaratgongdin í Kina víðkað, so hon eisini fevnir um veiddan fisk, fiskalýsi og fiskamjøl. Føroyar og ES hava undirskrivað semjuskjal, sum skal vera við til at menna handilsviðurskiftini enn meira. Og Export Faroe Islands er so smátt farið at virka, sum skal vera við til at slóða vegin fyri føroyskum fyritøkum á útlendskum marknaðum.
Hendan heilsufrøðiliga góðkenningin millum Føroyar og Brasil fer sum viðurkenning ivaleyst at viðvirka til, at tað tunga arbeiðið verður høgligari.