Tíðindi01. februar 2021

Uppstigið matvøruútbúgvingina í Klaksvík

Eyðgunn Samuelsen heldur tað vera upplagt, at kokkaútbúgving í fullari longd verður skipað á Tekniska skúla í Klaksvík. Hon hevur í dag sett landsstýrismanninum við skúlamálum ein fyrispurning um evnið.

Matvøruútbúgving hevur nógv ár á baki í Klaksvík. Skipskokkaútbúgving varð staðsett á Klaksvíkar Sjómansskúla, og í dag er matvøruútbúgvingin staðsett á Tekniska Skúla í Klaksvík. Nýggjur bygningur er bygdur til endamálið, og varð hesin tikin í nýtslu í 2016. Í dag bjóðar skúlin fýra matvøruútbúgvingar: gastronomhjálpari, gastronomur, føðsluhjálpari og føðsluatstøðari.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag sett landsstýrismanninum við skúlamálum, Jenisi av Rana, ein fyrispurning um matvøruútbúgvingarnar í Føroyum. Hon vil hava at vita, hvussu nógvir kokkalærlingar verða sendir av landinum árliga, hvussu nógv tað kostar landi og vinnu, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at hækka játtanina til Tekniska skúla í Klaksvík, so útbúgvingin kann takast í fullari longd í Føroyum.

- Í dag er støðan tann, at tað ber til at taka 30 av 47 vikum skúlagongd í Klaksvík. Skúlin hevur í fleiri umførum roynt at fingið størri játtan, soleiðis at økið kann upp raðfestast, men tað er ikki eydnast. Stóri áhugin fyri mati og matmentan og vaksandi ferðavinnan gera tað upplagt at uppstiga og uppraðfesta hetta økið í Føroyum, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Umboð fyri matstovuvinnuna siga seg, sambært fjølmiðlunum, ikki brúka skúlan í Klaksvík men ynskja, at skúli skal setast á stovn í Tórshavn.

- Hugsandi er, at tað gagnar bæði samfelagnum og teimum lesandi, at skúlin í Klaksvík varð uppraðfestur, soleiðis at vit menna førleikar her heima og gera meira brúk av teimum kørmum og hentleikum, ið longu eru til taks. Tí havi eg sett landsstýrismanninum ein fyrispurning, sigur Eyðgunn Samuelsen.