Súni Selfoss
Lesarabræv28. november 2022
Súni Selfoss

Útbúgving fyri øll

Løgtingsval 2022

Góðu veljarar,

Eg var umboð Javnaðarfloksins á veljarafundi, sum Kringvarpið herfyri skipaði fyri á Miðnám í Vestmanna, har evnið var: ”Hvørja leið skulu vit ganga. Skulu vit eggja fólki at taka akademiskar ella yrkisútbúgvingar?”

Hetta er nakað av tí, eg førdi fram og nakað eg ikki fekk møguleika fyri at siga.

Seinastu tølini frá yrkisdeplinum siga okkum, at heili 367 nýggir lærusáttmálar eru góðkendir fyrstu 10 mánaðirnar í 2022. Hetta er ein rættuliga stórur partur av einum árgangi.

Harafturat fara fleiri hundrað ung av landinum hvørt einasta ár at lesa hægri lestur.

Vit eru á eini sunnari og góðari leið við lutfallinum millum akademiskar útbúgvingar og yrkisútbúgvingar. Tað er skeivt at seta útbúgvingarnar upp ímóti hvørjari aðrari, tí vit hava brúk fyri báðum, og tí er tað umráðandi at finna javnvágina millum hesar.

Tað var ein tendensur til at fólk upphevjaðu akademiska og bókliga vegin. Tað er ikki rætt at gera. Sjálvandi skulu vit hava akademiskar útbúgvingar, øll skulu ikki verða akademikarar. Framgongdin í tølunum fyri nýggjar lærusáttmálar vísir, at tey ungu eru vorðin meira áhugað í at fara yrkisvegin, og tað er at fegnast um. Tí hendur og høvd virka sum kunnugt best saman.

Vit skulu tí eggja øllum at taka sær eina útbúgving. Um hon er bóklig ella ikki ger ongan mun. Tað, sum umræður er, at vit tryggja teimum eina so góða og trygga lestrar- ella lærutíð sum til ber.

 

Lestrarstuðulin skal økjast

Hetta leiðir meg yvir til fíggarligu viðurskiftini hjá okkara lesandi. Hann eigur at verða hækkaður til sama støði, sum í Danmark. Lestarstuðulin í Danmark er væl hægri enn tann føroyski, samstundis sum, at livikostnaðurin er munandi hægri í Føroyum. Tí kunnu lesandi í Føroyum hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Tað eigur ikki verða neyðugt hjá vanligum lesandi at arbeiða so nógv, at tey ikki fáa hugsavnað seg um lesnaðin.

 

Fleiri lesandi hava dupult húsarhald

Ein av stóru trupulleikunum hjá lesandi eru bústaðarviðurskiftini og kostnaðurin fyri dupult húsarhald. Nógv av teimum sum lesa hava egnan bústað aðrastaðni enn har skúlin er, og hava ikki møguleika fyri at ferðast aftur og fram dagliga. Tað kundi verið ein suðringar, sum skal norður um ella ein norðingur, sum skal suður um fjørðin.

Vit skulu tí kanna møguleikan fyri endurgjaldi fyri dupult húsarhald hjá lesandi í Føroyum.

Sostatt ynskja vit í Javnaðarflokkinum, at lestrarstuðulin so líðandi skal økjast, so hann er á sama støði sum í Danmark. Og so skulu vit hava lestraríbúðir fyri ein sámuligan kostnað har skúlar ella miðnámsskúlar eru.

 

Skal námsfrøðiliga útbúgvingin eftirhyggjast?

Tað er øllum greitt, at vit mangla útbúgvið starvsfólk á umsorganar- og heilsuøkinum. Hetta kunnu vit fyri ein part sjálvi loysa, um vit vilja tað. Sum er, er tað ómøguligt at fáa atgongd til Fróðskaparsetrið eftir lesna á t.d. Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Hetta var ongantíð ætlanin, tá útbúgvingin varð sett á stovn upprunaliga. Har var politiska treytin, at hon skuldi skipast soleiðis, at hon kundi geva atgongd til námsfrøðiútbúgvingina.

Eg veit at næmingar lesa námsfrøðihjálpara í Suðri, fyri at lesa víðari til námsfrøðing. Men , men námsfrøðihjálparaútbúgvingin gevur ikki atgongd til at lesa námsfrøði á Setrinum.

Men somu næmingar sleppa at lesa námsfrøði í Danmark. Vit útflyta tey lesandi til Danmarkar at taka eina professiónsbachelor útbúgving, heldur enn at gera tað møguligt fyri hesi at lesa í Føroyum.

Munurin millum hesi hugtøkini er, at hin føroyska bachelorútbúgvingin er meira granskingargrundað, meðan hin danska er meira yrkisrættað – also til at arbeiða úti millum menniskjuni. Eg haldi avgjørt, at vit skulu eftirkanna og møguliga eftirmeta hesar útbúgvingar, so tær kunnu vera við til at loysa starvsfólkatrotið á námsfrøðiliga økinum.

 

Fjarlestur er ein møguleiki

Korona lærdi okkum okkum nógv og flutti okkum somuleiðis langt. Eitt nú, at tað ber til at læra yvir netið. Tað bar til undir korona og tað ber eisini til eftir korona. Tí eiga vit at kanna møguleikarnar fyri einum fjarlestraumhvørvi í Føroyum. Ikki har fólk sita heima við hús við ein telduskíggja ein og ein, men har vit hava heili hold og klassar, sum taka útlendskar útbúgvingar úr Føroyum undir kønari vegleiðing úr Føroyum.

 

Trípartaavtala skal til fyri at framtíðartryggja yrkisútbúgvingar

Ein stóru útbúgvingartrupulleiki er, at vit hava ikki klárað at framtíðartryggja yrkisútbúgvingarnar í Føroyum. Í løtuni er støðan tann, at vinnan tekur nógvar lærlingar, nú hon mangar arbeiðsmegi. Men tá tíðirnar versna aftur, lækkar útboðið av læruplássum, og tey ungu mugu leita sær aðrar leiðir. Hetta ger so aftur, at arbeiðsmegi fer at mangla í, tá tíðirnar aftur batna. Skipanin er snøgt sagt ikki burðardygg. Tí er alneyðugt við eini eini trípartaavtalu millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og politisku skipanina, sum kunnu tryggja vinnuni arbeiðsmegi óansæð um tíðirnar eru góðar ella ringar. Altso, bæði tá vit eru í toppinum í konjunkturinum og tá vit eru í aldudalinum, skulu vit seta lærlingar við.

Í juni 2019 rukku partarnir á arbeiðsmarknaðinum saman við táverandi samgongu eina søguliga trípartasemju um lærlingaøkið og konjunkturjavnan. Hetta var ein slóðbrótandi trípartaavtalu, har allir partar bundu seg til framtíðartryggja lærlingaøkið. Men hon var tíverri skúgvað til viks av sitandi samgongu, sum við hesum gjørdu eitt risastórt mistak. 

 

Vaksnamannalæra og førleikameting

Í 2018 varð álit skrivað og latið politisku skipanini um vaksnamannalæru og førleikameting. Hetta álit skal takast fram aftur og viðgerast, so gongd kann koma á vaksnamannalæru og førleikameting, sum gevur vaksnum møguleika fyri at taka eina útbúgving. At verða førleikamett so tað ikki skal verða neyðugt at fara í skúla ella læru fyri at læra hesar førleikar umaftur. Tey hava jú bæði lívs- og arbeiðsroyndir við sær.

 

Vinnuháskúlin er ein sólskinssøga

Um vit vilja so kunnu vit, og tað er Vinnuháskulin eitt gott prógv um. Útbúgvingarnar, sum hesin skúlin stendur fyri, so sum maskinfólk, skiparar og navigatørar hava stórt virði, bæði her heima og í útlandinum. Føroyingar við hesum útbúgvingum eru høgt í metum og nógv eftirspurdir um allan heim.

Veljið ein, ið vil øllum lesandi og lærandi bestu umstøður. Veljið ein, ið vil flyta útbúgvingarøkið fram á leið. Veljið ein sum eisini vil framtíðartryggja yrkisútbúgvingarnar í Føroyum.

Gott val!

Súni Selfoss,

Valevni fyri Javnaðarflokkin