Tíðindi23. apríl 2021

Útróðrarflotin aftur við skerdan lut

Eyðgunn Samuelsen heldur tað vera merkisvert, at landsstýrismaðurin í fiskimálum hevur givið loyvi til, at trolarir skulu sleppa at fiska innanfyri 12-fjórðingamarkið í eitt munandi longri tíðarskeið enn loyvt verður í dag. Hetta ger, at útróðrarflotin, sum longu frammanunan er illa sperdur, verður stillaður í uppaftur verri støðu.

Meginfelag Útróðrarmanna óttast, at avleiðingin av at loyva trolbátunum innum 12 fjórðingar fer at troðka útróðrarbátarnir burtur og harvið leggja stein oman á byrðu hjá útróðrarflotanum. Hesum sjónarmiðnum tekur Eyðgunn Samuelsen undir við, og tí hevur hon sett landsstýrismanninum seks spurningar um málið.

Millum annað vil hon hava at vita, um hetta er í tráð við umsitingarætlanina, ið skal tryggja burðardygga veiðu.

- Skulu trolarir innum 12 fjórðingar, fer veiðutrýstið at økjast. Tað kann føra við sær, at smærru útróðrarbátarnir verða trýstir nærri landi, og tað kann hava óhepnar avleiðingar fyri ungfiskin, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Hon leggur afturat, at frammanundan er støðan hjá útróðrarflotanum alt annað enn góð. Eingin hjálparpakki var til útróðrarflotan, tá ið fiskaprísirnir fóru í botn orsakað av koronu. Útróðrarflotin kom heldur ikki upp í part, tá ið makrelurin var útlutaður.

- Heldur enn at gera ilt verri hjá útróðrarflotanum, átti samgongan at havt fokus á, hvussu vit kunnu hjálpa útróðraflotanum at fóta sær aftur, nú koronakreppan er um at hæsa av, sigur Eyðgunn Samuelsen.