Eyðgunn Samuelsen
30. mai 2022
Eyðgunn Samuelsen

Vantandi samstarv rakar børnini

So hendi tað aftur. Enn eitt barn við serligum tørvi, ið er dottið niður ímillum skipanir. Samstarvið millum geirar má eftirhyggjast og betrast.

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett fyrispurning til landsstýrismannin um málið.

Hesaferð snýr tað seg um eitt barn, ið er til fosturs og er tað samstarvið millum barnavernd og Almannaverkið, ið ikki riggar, sum tað skal. 

Tað er als ikki nøktandi, at foreldur ikki vita eitt sunnukvøld, um barn teirra hevur eitt tilboð dagin eftir. Hetta er eisini sera órógvandi fyri barnið, tí børn hava tørv á skipaðum viðurskiftum, og ofta tola tey ikki broytingar.

Hetta er enn eitt dømi um ein víðfevndan trupulleika við vantandi samstarvi millum geirar. Tað sýnist ikki sum, at trupulleikin verður tikin í nóg stórum álvara. 

Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/documents/53118