Vit liva í eini tíð, har veðurlagsbroytingarnar ikki longur eru ein fjarskotin hóttan – tær eru ein veruleiki. Hav og náttúra vísa okkum longu í dag, at broytingarnar raka hart, og at tær fara at merkjast enn sterkari, um vit ikki handla.
- Tí er tað avgerandi, at vit fáa eina veðurlagslóg. Ein veðurlagslóg er okkara trygd fyri, at vit sum samfelag seta okkum greið mál, bindandi mál, og at vit halda fast við tey, óansæð hvør situr við valdið, sigur Margit í viðmerking. Landsstýriskvinnan leggur aftrat:
- Veðurlagslógin er ein íløga. Hon letur dyrnar upp fyri grønum arbeiðsplássum, fyri nýggjum vinnumøguleikum og fyri einum samfelagi, sum stendur sterkt í altjóða kappingini. Tað er nógv bíligari at fyribyrgja enn at bøta um skaðar, tá teir longu eru hendir.
Vit hava skyldu – mótvegis børnum og barnabørnum okkara – at lata ein heim víðari, sum er liviligur. Vit hava skyldu mótvegis øllum teimum londunum, sum í dag eru harðast rakt av veðurlagsbroytingum. Lond, sum lítið og einki útlát hava, og tí ongan lut eiga í menniskjaskapta trupulleikanum.
Ein veðurlagslóg er sostatt meira enn eitt umhvørvispolitisk stig.
Hon er eitt lyfti um ábyrgd, um framtíð og um rættvísi.
Tí skulu vit tora at seta okkum stór mál. Tí skulu vit tora at gera tey bindandi. Og tí eiga vit at seta ein varða – eina veðurlagslóg – sum vísir, at vit meina tað, tá vit tosa um burðardygd og framtíðartrygd.
Tí er tað nú, vit skulu taka stigið og seta eina veðurlagslóg – fyri náttúruna, fyri búskapin og fyri framtíðina.
Uppskotið kann lesast á á heimasíðuni hjá Umhvørvismálaráðnum. Freistin at gera viðmerkingar til lógina er 20. oktober.