Bjørg Dam
Lesarabræv10. september 2020
Bjørg Dam

Vit hava krav at vita hví Bogi og Annika søgdu nei til tunnilsgrótið!

Hví eru vit nú í hesari støðuni, har borgarin í Tórshavnar kommunu, stendur sum stóri taparin í málinum um tunnilsgrótið.

Kommunuval 2020

Sami Bogi Andreasen, sum varð frammi undan summarfrítíðina í fjør og segði, at einans 1,5-2 milliónir skiltu Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið frá einari semju um at nýta grótið til vinnuøki, stóð í gjár og kærdi sína neyð. Nú fær hann einki gjørt, avleiðingarnar eru blivnar so ógvusligar, og standa als ikki í mát við tær 1,5-2 mlliónirnar, sum varð í millum partarnar tá. 

Hettar gruggar málið, og eri eg als ikki trygg við, at býráðið tekur skilagóðar avgerðir! Tí haldi eg, at borgararnir í Tórhavnar kommunu og vit, sum sótu í býráðnum og stríddust fyri at fáa vinnuøkið hava krav at vita, hví ein semja ikki kundi fáast. 

Og hvar er borgarstjórin í hesum?

Hví søgdu tit nei til tunnilsgrótið? 

Ein so stór, dýr og dálkandi avleiðing og framtíðar inntøkumissur fyri kommununa eigur ikki at fara aftur við borðinum, uttan at borgarin fær svar - og serliga ikki nú val stendur fyri framman. 

Sum partur av vinnunevndini og býráðnum vóru vit ikki hoyrd ella tikin við. Nú vil eg fegin vita! Sum andstøða royndu vit at fáa málið aftur fyri nevnd. 

Eg havi í fleiri greinum gjørt vart við støðuna og skilið. Tíverri varð ikki lurtað á røttum stað, tað talaðist ikki við. 

10.november verður býráðsval, og tá kann borgarin gera sína ávirkan galdandi, og sostatt tryggja, at líknandi ikki hendir aftur. 

Bjørg Dam, valevni til kommunuvalið 10. nov.