Bjørg Dam
Lesarabræv27. oktober 2020
Bjørg Dam

Vit skulu brenna 50 % minni!

Mín stóri dreymur er, at sita við umhvørvismálum og taka stóra takið, ið skal takast, fyri at dagføra brennistøðina, skiljing og endurnýtslu. Eg brenni 100% fyri at vit brenna minni og endurnýta meir. Tað ber væl til um viljin er tilstaðar.

Kommunuval 2020
- Treytir eru:
-At tað er skjótt og stutt til endurnýtslustøðir, sum vera settar upp ymsastaðir í kommununi.  
-At handilsvinnan fær fíggjarligan fyrimun við at lata skilt rusk inn, líkasum IRF hevur gjørt í fleiri ár.
-At avtala verður gjørd við biogassverkið Førka, um at taka ímóti lívrunnum húsarhaldsburturkasti.
-At kommunan ger eina endurnýtslumóttøku við upphøggi og sølu av eitt nú byggitilfari og eykalutum til bilar o.líkn.
 
Í dag verður alt urtagarðstilfar tyrvt! - Eg vil, at allur urtagarðsvøkstur skal komposterast til mold, flisast, trø og greinar turkast, so borgarin kann keypa tað bíligt aftur.
 
Umhvørviságóðin er stórur, men eisini sosialur vinningur er, tí kommunan saman við Dugna ella líknandi stovni, skapar nógv góð og meingingsfull størv. Búskaparligi vinningur skal ikki undirmetast, tá vit leingja um livitíðina á lutum og minka innflutningin!
 
Kommunur aðrastaðir hava í nógv ár tikið hesa ábyrgd, nú er tað okkara tørn.
 
 
Á BjørgDam.fo eru fleiri útdjúpandi greinar, eg havi skrivað seinastu árini um sama evnið. 
 
Set grønt og sosialt X við Bjørg Dam
 
Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. 
 
Vinarliga 
 
Bjørg 
Tlf 211428
bjorgdam@gmail.com