Djóni N. Joensen
Lesarabræv24. februar 2021
Djóni N. Joensen

Vitan og læring fyri øll - alt lívið

Nú strategiætlanin hjá Fróðskaparsetrinum varð dagførd, hava vit boðið limunum í Mentanarnevndini í løgtinginum at almannakunngera sínar visiónir og ynski um, hvønn leiklut Setrið eigur at hava í føroyska samfelagnum.

Eins og mong onnur havi eg eisini havt gleði av at síggja partar av Vísindavøkuni, sum hevur verið send í KVF seinastu vikurnar. Hesa ferð hevur sjóneykan serliga verið peikað á ávirkanir av koronufarsóttini á føroyska samfelagið.

Tað er sera hugaligt og gleðiligt at síggja, at vit í Føroyum eiga so dugnaligar granskarar, ið eru til dystin fús at leggja til rættis so týðandi og gjøgnumførda gransking.

Ikki minst í hesi tíð, ið hevur verið so merkt av óvissu. Hesi fólk eiga stórt rós uppiborið, at tey upp á stutta tíð hava savnað saman vitan og eygleiðingar, soleiðis at vit framyvir taka tær skilabestu avgerðirnar.

Hetta vísir eisini týdningin av, at føroysk gransking og vitan verður miðlað út til restina av Føroya fólki. Tað er hóast alt nærum bara í Føroyum, at granskað verður í serføroyskum viðurskiftum.

Samfelagið og heimurin rundan um okkum mennist við rúkandi ferð, og tað skapar ein tørv hjá okkum borgarum at mennast samsvarandi. Tískil hevur týdningurin av einum sterkum og góðum fróðskaparsetri neyvan verið størri.

Tað er umráðandi, at vit kunnu bjóða ungum sum eldri at lesa í Føroyum. Hetta merkir bæði, at ung kunnu støðast og vera við til at menna samfelagið, heldur enn at fara av landinum. Tað merkir eisini, at vit leggja lunnar undir lívslanga læring og geva fólki møguliga at førleikamenna seg, hava tey tørv á tí.

Tað er umráðandi at framleiða gransking um føroysk viðurskifti, tí vit kunnu ikki vænta, at henda vitan verður framleidd aðrastaðni. Hendan gransking ger okkum betur før fyri at taka grundaðar avgerðir - í øllum pørtum av samfelagnum.

Tað er eisini umráðandi, at hendan granskingin verður miðlað út til onnur at njóta gott av. Í dag liva vit í einum vitanarsamfelag, og eg ivist ikki eina løtu í, at hendan vitan kann koma nógvum føroyingum til góðar.

Vit skulu tí framhaldandi menna Fróðskaparsetrið og føroyska lestrar- og granskaraumhvørvið.

Millum annað skal Setrið hava betri karmar til bæði lesandi og granskarar. Her sipi eg ikki bara til teir fysisku karmarnar, men eisini karmar í breiðum týdningi. Eitt nú skal ferð setast á arbeiðið at fáa eitt veruligt føroyskt kampus fyri at skapa trivnað og eitt stimbrandi umhvørvi. Harafturat skulu útbúgvingarnar á Setrinum fylgja altjóða krøvum, soleiðis at tey við einum prógvi frá Setrinum hava av bestu førleikum, tá tey koma út á arbeiðsmarknaðin.

Sum formaður í Mentanarnevnd Løgtingsins vóni eg tískil, at vit í politisku skipanini saman við lestrar- og granskingarumhvørvinum kunnu sláa manngarð um útbúgvingarverkið og taka neyðug stig at menna Fróðskaparsetrið.

Á tann hátt kunnu vit framhaldandi styrkja føroyska vitanarsamfelagið og leggja lunnar undir, at vitan og læring kemur øllum til góðar.

Djóni Nolsøe Joensen, tinglimur og formaður í Mentanarnevnd Løgtingsins