07. mai 2024

Djóni: Fartelefonin skal sum meginregla ikki nýtast í skúlatíðini

Nú koma reglur fyri fartelefonnýtslu í skúlatíðini.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrimaður, hevur sent uppskot til reglur at fremja gott skil í skúlatíðini til ummælis. Broytingarnar snúgva seg millum annað um at gera reglur fyri fartelefonnýtslu í skúlatíðini.

- Tað er neyðugt, at skúlin hevur fyriskipanir, so at talgild amboð sum fartelefon órógva sum minst í skúladegnum bæði í undirvísingini og sosiala felagsskapinum, sigur Djóni í viðmerking.

Í kunngerðini, sum nú er farin til ummælis, verður lagt upp til, at næmingar sum meginreglu ikki skulu brúka fartelefon í skúlatíðini. Undantøk kunnu vera í sambandi við sjúku og tá fartelefonin er eitt hent amboð í sambandi við undirvísingarátak.

Hoyringarfreistin er 16. mai 2024 og ætlanin er, at kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd.