24. mai 2024

Elveitingarlógin samtykt

- Hetta var ein stór løta. Nýggja lógin fer at styrkja SEV og setur ferð á grøna orkuskiftið, siga Ingilín D. Strøm og Magna Eliana Mørkøre, nú uppskotið um elveiting varð samtykt í løgtinginum í dag.

  • Frameftir verður tað bara SEV, sum kann eiga og reka elnet í Føroyum. Tað styrkir samhaldsfesti.
  • Útbyggingarætlan tryggjar at framleiðslan úr vindi trífaldast komandi fimm árini.
  • Open door er ikki neyðugt longur, tí at vit eru farin yvir til eina skipan við skipaðum útboðum eftir eini tíðarfestari útbyggingarætlan
  • Tíðarskeið við nógvari grønari elframleiðslu skulu geva lægri elprís. SEV skipar ein elmarknað har el verður boðið til sølu døgn fyri døgn, tíma fyri tíma.
  • Við nýggju skipanini fær SEV eisini størri rásarrúm at veita avsláttur í elprísunum, so at avlopsel úr varandi orkukeldum so vítt gjørligt verður gagnnýtt heldur enn at fara fyri skeyti.