Tað er Javnaðarflokkurin, sum skipar fyri, og har verða bæði føroyskir, danskir og svenskir serfrøðingar at hoyra í Auluni í Finsen. 
- Bústaðarmarknaðurin er glóðheitur. Tað er trupult hjá vanligum fólki at seta búgv, tí prísurin er høgur. Tað sæst eisini á leigumarknaðinum, har høgar húsaleigur eru við til at tyngja tey, sum frammanundan ikki hava ráð til at keypa sær eitt heim. Tí vil Javnaðarflokkurin varpa ljós á loysnir, sum kunnu taka trýstið av bústaðarmarknaðinum í Føroyum, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi. 
Luttakarar á tiltakinum eru m.a.: 
• Kaare Dybvad Bek, danskur bústaðarmálaráðharri 
• Kári Holm Johannesen, Hagstovan 
• Solveig Råberg Tingey, Danmarks Almene Boliger 
• Birthe Larsen, búskaparfrøðingur á Copenhagen Business School 
• Andras Róin, stjóri, Bústaðir 
• Lisa Pelling, Arena Idé
Tiltakið er alment og ókeypis. Øll eru vælkomin.