Tíðindi19. oktober 2019

Margfeldislóg og meiri føroysk framleiðsla

Margfeldislógin skal samtykkjast beinanvegin, og í framtíðini eiga vit at verða sjálvberandi við framleiðslu av mjólkaúrdráttum, fóðri, kjøti og grønmeti í Føroyum. Tað vóru nakrir av greiðu boðskapunum frá Jóhannisi Joensen, sum í gjár umboðaði Javnaðarflokkin við pallborðið á Eiði, har tað í hesum døgum er Heystfagnaður.

- Tað er av týdningi, at bøndur fáa bestu kor at virka undir - eisini fyri at ungar kreftir kunnu halda seg til. Eftirspurningurin eftir føroyskum landbúnaðarvørum er stórur, men føroyska útboðið nøktar ikki føroyska eftirspurningin. Bæði tí at lønsemi í føroysku vinnuni er ov vánaligt í mun til stuðulskipaðu landbúnaðarvørurnar úr ES og Íslandi, og av tí at siðbundna hugsanin ikki eggjar til nýhugsan, bæði frá myndugleikunum og vinnuni. Batar vórðu gjørdir farna samgonguskeið, m.a. við átakinum við stráfóðurstuðlinum og stuðlinum til royndavirksemi til veltuna á Sandi, segði Jóhannis Joensen millum annað. 

Umframt landbúnað varð tað eisini kjakast um ferðavinnu. Har var Jóhannis somuleiðis greiður á málinum: 

- Føroyingar eiga at ferðast frítt í egnum landi, men úlendingar eiga at gjalda fyri tænastur, íløgur og viðlíkahald av vitjaðu økjunum. Peningurin skal falla til økini og tey, ið virka í økjunum. Náttúran er viðbrekin, og tí er avgerandi, at burðardygdin er fremsta og fyrsta atlitið, ið Føroyar eiga at taka. Hvussu nógv ferðafólk tola Føroyar at bera hvørt ár. Eftir mínum tykki skal hesin spurningur svarast fyrst, og við hesum í huga skulu vit skipa burðardygga ferðavinnu, sum kann gleða bæði føroyingar og vitjandi komandi árini. Heldur fyrivarin enn eftirsnarin.